Partapolitisk villleiðing fyri tínar og mínar skatta- og avgjaldskrónur!

Landsstýrisflokkarnir hava enn einaferð framt valdsmisnýtslu við at brúka almennan pening til einsíðuga propaganda fyri fullveldi.

Nú um dagarnar kom snotiligur faldari inn um dyrnar í hvørjum húsi í Føroyum við heitinum Frá heimastýri til fullveldi. Útgevari er Føroya Landsstýri, og endamálið sigst vera at kunna føroyingar um ætlan landsstýrisins og at bøta førleikan hjá fólki at kjakast um og taka støðu til málið um framtíðarstøðu Føroya.


Einsíðug propaganda

Hvussu landsstýrisflokkarnir ímynda sær, at førleikin til at kjakast og taka støðu til framtíðarstøðu Føroya grundað á einsíðuga propagandaherferð í formi av hvítum og svørtum bókum (longu á forsíðunum byrjar propagandaherferðin), heimasíðum, valdtøku av almennum fjølmiðlum og nú við bóklingi, ið bert lýsir landsstýrisflokkana sjónarmið, er ilt at síggja.

Alt hetta er fíggjað við óavmarkaðum almennum skatta- og avgjaldskrónum, og upplýsingarherferðin lýsir bert ta einu síðuna, ta hjá fullveldisflokkunum. Andstøðan sleppur ikki framat og fær ikki klovið oyra at siga sína hugsan um málið. Vorðið sum bøttur førleiki!


Ódemokratiskur háttur

Vóru landsstýrisflokkarnir tað allarminsta vetið at sær komnir, lótu teir andstøðuna eisini hava sína ávirkan á upplýsingarherferðina og siga sína hugsan um fullveldismálið.

Sambært teimum upplýsingum, sum fram eru komnir í seinastuni frá landsstýrinum, hava landsstýrisflokkarnir nýtt 10 mió. almennar krónur til fullveldismálið, tá ið hetta árið er farið, um somu tíð, sum andstøðuflokkarnir sjálvir hava verið noyddir at goldið fyri sínar kunningar til Føroya fólk.

Hetta kann ikki annað enn geva eina himmalrópandi slagsíðu, sum ikki er einum framkomnum landi sum Føroyum verdugt.


Villleiðandi upplýsingar

Samstundis sum bóklingurin skal verða við til at menna kjakið um framtíðarstøðu Føroya, er hann ikki bara einsíðugur, nei hann er beinleiðis villleiðandi. Tær nýtist ikki at lesa meira enn fyrstu síðu í bóklinginum fyri at staðfesta villeiðing oman á villleiðing.

Tak bert orðingina ?og í ár verður bert umleið ein triðingur av danska studninginum brúktur í samfelagnum?. At landsstýrið torir! Hví verður bert ein triðingur av blokkinum nýttur? Jú, tí at heilsuverkið, skúlaverkið, sosial mál o.s.fr. o. s. fr. verða niðurpínd, so at borgarin ikki kann hava álit á tí tænastu, hesir stovnar skulu veita.

Ringast stendur til við sjúkrahúsverkinum. Tú stúrir fyri at skula koma í ta vanlagnu, at hava tørv á hesi tænastu. ? Har manglar ein heil milliard krónur. Og hetta er peningur, vit hava fingið frá dønum til sjúkrahúsverkið, men sum vit antin hava brúkt til annað fjas ella ikki nýtt fyri at kunna siga, _at í ár nýta vit bert ein triðing av danska studninginum?, hvør skal siga, at vit nu næstan megna at fíggja fullveldið! Villleiðing!


Vanvirða demokratisku spælireglurnar

At Tjóðveldisflokkurin vanvirðir demokratisku spælireglurnar, hava vit nógv dømi um, men at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eisini eru farnir at gera tað sama, er skelkandi.


Johan Petersen