Í døgunum, 12.-14. mai, fer Visit Sandoy at skipa fyri einum átaki í Skúvoy í samstarvi við Ramsarnevndina, Skúvoyar kommunu og hagastýrislimir. Átakið líkist Closed for Maintenance-átakinum, ið Visit Faroe Islands skipar fyri á hvørjum ári.
- Átakið verður tó bert við føroyingum, og í hesum sambandi hava øll í Føroyum møguleika at luttaka og veita eina hjálpandi hond.
Tað siga tey í Visit Sandoy, sum syrgja fyri undirhaldi, mati og gisting. Hava luttakarar hús at gista í, eru tey sjálvandi vælkomin at brúka tey í staðin. Byrjað verður fríggjakvøld og hildið verður fram til sunnudag seinnapart, tó verður ikki arbeitt í kirkjutíð.
- Hagastýrini siga, at ferðavinnan er nógv vaksin hesi seinastu árini. Hetta er at fegnast um, men hetta kann skapa lokalar avbjóðingar, sum tey mugu fyrihalda seg til.
Seinni í ár verður Sandoyartunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og í hesum sambandi verður farleiðin til Skúvoyar stytt, so tað einans tekur 20 minuttir at koyra úr Tórshavn og Út í Støð á Sandi, har Sildberin liggur.
- Væntandi fer hetta at hava við sær, at ein munandi størri nøgd av ferðafólki fer at leita sær til Skúvoyar, nú ferðaumstøðurnar verða so nógv broyttar til tað betra. Tí vilja vit vera væl fyrireikað til at taka ímóti vitjandi, sigur Ólavur í Skipagøtu.
Hann vísir á, at tiltakið í Skúvoy verður eitt samansjóðandi tiltak, har vit í felag røkja gøturnar, og í tráð við Ramsarsáttmálan skapa nøktandi karmar til oyggjafólk, fuglalívið og ferðandi.
- Ætlanin er at seta skeltir upp, merkja gøtur og gera eitt hugnaligt uppihaldsøki í bygdini til gleði fyri øll.
Meira kunning um átakið kann síggjast á heimasíðuni hjá Visit Sandoy. Um tú hevur møguleika og hug at hjálpa til, kanst tú senda ein teldupost á [email protected]. Tað er avmarkað pláss, so tað ræður um at skunda sær.
Lagt verður aftrat, at av skattaligum ávum verður luttøkugjald á 100 krónur kravt.
- Eru spurningar í samband við átakið, eru fólk vælkomin at venda sær til leiðaran fyri Visit Sandoy, Bryndis í Dali á [email protected], ella við at ringja á tlf. 222116.