avgjald
Hóast tað ikki bar til at fáa politiska undirtøku fyri at strika mvg-undantøk í lóggávuni, so vórðu ikki øll tilmæli frá arbeiðsbólkinum í Fíggjarmálaráðnum ignorerað.
Lótu 16 mió kr.
Fremsta tilmælið um lógaruppskot hjá bólkinum varð samansett av fýra ymiskum lutum:
Lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði skuldu strikast sum undantak í mvg-lógini, og varð hetta mett at geva landskassanum eina eyka inntøku á 30 mió kr. Hinvegin skuldu nøkur punktgjøld avtakast. Hesi vóru punkgjøld á hvítvørur (4 mió kr.), radiotól, sjónvarpstól o.a. (12 mió kr.), lampur (5 mió kr.) og parfuma o.a. (5 mió kr.).
Samlaða úrslitið av hesum varð mett sum ein meirinntøka á 4 mió kr. til landskassan. Og samstundis varð mett, at hóast mvg-broytingin fór at raka tey, sum skuldu umvæla gomul ella byggja nýggj hús, so var ein ávís mótvekt í avtøkuni av punktgjaldinum. Eisini hóast hetta seinna rakti nakað breiðari enn mvg-broytingin.
Men hóast hesar broytingar vórðu tengdar saman, so kom bert partur av teimum ígjugnum lógarverkið. Punktgjaldið á hvítvørur, radiotól, sjónvarpstól o.a. varð nevnliga avtikið, og sambært fyriliggjandi tølunum gav hetta landskassanum eina minniinntøku á 16 mió kr. Lampurnar og luktilsið sluppu hinvegin ikki upp í part í hesum umfarinum.
Onnur undantøk
Mvg-lógin inniheldur eisini onnur undantøk, sum vórðu ásett, tá lógin varð sett í verk tann 1. januar 1993. Undantøkini eru nevnd á einum positiv-lista í lógarverkinum, har allar vørur og tænastu í útgangsstøðinum eru avgjaldsskyldugar. Men har nøkur undantøk eru gjørd av ymsum ávum.
Arbeiðsbólkurin mælti í 2004 til, at sum frá líður eiga undantøkini í lógini at verða strika. Millum annað frítøkan fyri meirvirðisgjald á sjóklæðum, bókum, tíðindabløðum og prenting av hesum, útleigan av kamari á hotelli, gistingarhúsi o.t. og mvg-frítøkan av reseptskyldugum heilivági.