Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga trætuna

Løgmaður heldur ikki, at tað er rætt at blanda seg í trætuna á arbeiðsmarknaðinum

VERKFALL

Landsstýrið við løgmanni, Anfinn Kallsberg, á odda gjørdi í vikuni av ikki at leggja upp í fyri at gera ein enda á verkfallinum. Løgmaður hevur higartil umvegis fjølmiðlarnar heitt á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at finna eina semju. Men hevur ikki verið beinleiðis í sambandi við partarnar.
Hetta átalaði fyrrverandi løgmaðurin, Atli Dam, tann núverandi av slagnum fyri í Sosialinum.
Atli Dam segði tá:
?Løgmaður átti ikki at givið pørtunum boð umvegis fjølmiðlarnar, men hann skuldi havt kallað teir saman og givið teimum eina ordiliga yvirháling, soleiðis at teir settu seg at finna eina semju.?
Men hesum er Anfinn Kallsberg ikki samdur við honum í.
?Entin eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum loysa trætuna, ella eru tað politikararnir. Tá vit sum politikarar ikki fara upp í málið, so skulu vit eisini halda okkum frá at blanda okkum, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður sigur seg fylgja eftir førimuni væl við í verkfallinum, men hann hevur onga ætlan um at blanda seg.
Landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur heitt á semingsmenninirnar um at fara aftur til partarnar. Men hetta hugskotið hevur Bjarni Djurholm ikki fingið frá sær, sigur løgmaður. Kortini fáa vit ikki løgmann at siga, at hetta var skeivt gjørt.
Fólkaflokkurin hevur í fjølmiðlunum boða frá, at hann er til reiðar at gera ein enda á verkfallinum, finna partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki eina semju. Men hesa útsagnina vil løgmaður als ikki gera viðmerkingar til. Hann vísir bert til formanninum fyri flokkin, Òla Breckmann.