Ólavur í Beiti
? Tvey lógaruppskot, sum eru løgd fram av Javnaðarflokkinum, kunnu ? um tey verða samtykt ? merkja, at føroyski arbeiðsmarknaðurin fer at broytast. Um uppskotini verða sædd sum partur av einari størri heild, har danskar og ES-arbeiðsmarknaðar lógir fara at mynda okkara arbeiðsmarkna, verður úrslitið, at vit fáa ein líka stirvnan arbeiðsmarkna sum fleiri av ES-londunum, skrivar Vinnuhúsið.
? Fyri nøkrum vikum síðani legði Javnaðarflokkurin lógaruppskot fyri tingið um »skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarum frá um setanartreytir teirra«. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vinnunevndini greitt, at felagið einki hevur ímóti, at seturnarviðurskiftir koma undir skipaðar karmar, men eftir okkara tykki er hetta nakað, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at greiða sínamillum. Eisini hevur felagið víst á, at føroyskir lógarkarmar eiga at vera hóskandi fyri okkara arbeiðsmarkna, og ikki eitthvørt avskrivað ES direktiv.
? Nú er so eitt annað lógaruppskot lagt fram, ið setur reglur fyri hópuppsagnum. Talan er eisini um eina danska lóg, grundað á eitt ES-direktiv. Eisini í hesum føri heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at talan er um viðurskifti, ið náttúrliga hoyra heima í avtalum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Pappírsarbeiði
? Javnan hoyra vit politikarar tosa um tørvin á arbeiðsplássum og nýggjum møguleikum úti um landið. Men somu polittikarar geva kanska ikki gætur, at ein av týdningarmiklastu orsøkinum til, at so fá fólk hætta sær undir at stovna egi virki í Danmark og øðrum ES-londum er, at nógvar lógir og reglur leggja haft um hugin og fyritakssemið.
? Í dag hava nógv smærri virkir her á landi ongan til burturav at orðna pappírsarbeiðið. Um vit høvdu allar tær arbeiðsmarknaðarlógir, ið eru í Danmark, bar slíkt ikki til. Prísurin fyri ein arbeiðsmarkna, ið er neyvt stýrdur við lógum er, at gongdin verður móti fleiri størri virkjum ella eini miðsavnan. Tey smáu virkini hava snøgt sagt ilt við at klára tær umsitingarligu byrðarnar og tær fíggjarligu bindingarnar, ið fylgja við umrøddu lógarstýring.
? Tí hongur tað ikki saman, um polittikarar okkara bæði tosað um at spjaða arbeiðspláss um landið og samstundis seta umsitingarligar fótonglar fyri fólk, ið vilja stovna egið virkið.
Og at enda verður sagt í tíðindaskrivinum, at undir kreppuni mitt í 90?unum, tá alt lá stilt, royndu fleiri ágrýtnir menn at stovna nýggj fiskavirkir, hóast útlitini vóru alt annað enn góð. Um ein lóg um hópuppsaginir var galdandi tá, samsvarandi tí uppskoti, ið er lagt fram, vildi kanska onkur teirra setst aftur við ætlanum sínum. Lógin merkir, at hesir menn kundu rokna við at koma at gjalda løn til arbeiðsfólki væl longri enn upsagnartíðirnar í sáttmálanum siga, um virkið ikki gekk.