Partarnir hava skrivað undir semingsuppskot

Talan er um ein 4-ára sáttmála millum Føroya Ljósmøðrafelag og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Tíðliga í kvøld skrivaðu Ljósmøðrafelag Føroya og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar í dag.

 

Talan er um ein 4-ára sáttmála.

 

Tað hevur ikki verið sáttmáli millum partarnar í langa tíð, og tí hækkar lønin 2,05 prosent hin 1. januar í 2021 og 1,25 prosent hin 1. oktober 2021.

 

- Hin 1. oktober í 2022 hækkar lønin á lægstu stigunum við 740 krónum og á hinum stigunum við 540 krónum um mánaðin.

 

Í Degi og Viku í kvøld vistu tey at siga, at endalønin hjá limunum í Føroya Ljósmøðrafelag eisini hækkar hetta tíðarskeiðið.

 

- Seinasta hækkingin verður hin 1. oktober í 2023, og tá hækkar lønin 2,75 prosent, verður lagt aftrat.

 

Nýggi sáttmálin millum partarnar er galdandi frá 1. oktober í 2020 og fram til 1. oktober í 2024.