Á Rock Trawldoors í Vági, har teir gera trollemmar, rulluvektir, alidregg og ymiskt annað til fiski-og alivinnuna, arbeiða teir eisini við orkusparandi verkætlanum. Tað verður so ofta sagt, at føroyski fiskiflotin og skipaflotin annars, sum eiga sín stóra part av føroyska Co2-útlátinum, eru størsti trupulleikin, tá Føroyar skulu minka um sítt útlát av vakstrarhúsgassum.
Sagt verður aftur og aftur, at tað er trupult - fyri ikki at siga ógjørligt - at gera nakað við hetta útlát. Og nakað kann vera um tað, men tað er ikki øll søgan.
Tað er kanska í løtuni avmarkað, hvat kann gerast við okkara fiskiskipaflota, men tá tað onkuntíð verður sagt, at her kann einki gerast, er tað sjálvsagt ikki rætt. Á Rock Trawldoors arbeiða teir eisini við loysnum, sum umframt at gera tingini meira framkomin, eisini tæna endamálinum at minka um Co2-útlátið.
Tá tú arbeiðir við fiskireiðskapi, er sjálvsagt alneyðugt at hava tætt samband við tey, tú arbeiðir fyri, soleiðis at tann, sum skal keypa og brúka tína vøru, alla tíðina veit, at framleiðslufyritøkan hevur fingurin á pulsinum við nýmenning.
Í løtuni er Rock Trawldoors í Vági við í tveimum ítøkiligum verkætlanum, harav onnur beinleiðis hevur til endamáls at spara olju og útlát við tað, at partrolarar brúka smærri lemmar, sum spíla væl og krevja minni maskinorku. Hin verkætlanin, sum snýr seg um fjarstýrdar trollemmar til uppsjóvarskip, er kanska meira ein tøkniligur spurningur.
Og tó.
##med2##
Endamálið við fjarstýrdu trollemmunum til uppsjóvarfiskiskap er, at skiparin skal kunna stýra lemmunum av brúnni við tí endamáli, at lemmarnir framvegis spíla trolið, tá skipið snarar. Siga vit, at henda skipan ger, at trolið gongur betur - og samstundis fiskar betur - merkir tað jú samstundis, at túrurin kann gerast styttri. Og, jú styttri tíð tað tekur at fáa upp í lastina, tess minni útlát.
At Rock Trawldors er frammi í skónum, tá ræður um nýmenning, er framleiðslan og sølan av føroyskum lemmum og rulluvektum kring stóran part av knøttinum eitt prógv um.
Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors, er onga løtu í iva um, at eisini fiskiskipaflotin kann spara orku og harvið útlát. Í tøttum samstarvi við skiparar og útgerðarmann í reiðarínum, Faroe Origin í Saltangará, er komið fram til, at partrolarar, sum hava ein minni trollemm í part, kunnu spara nógva olju.
- Royndirnar vísa, at um skipini hava ein minni trollemm í part av slagnum Sea Hunter kunnu tey minka um frástøðuna millum skipini við einari helvt, og síðan spíla lemmarnir restina.
Hans í Líðini vísir á, at royndirnar við hesum lemmum eru gjørdar umborð á partrolarunum, Róki og Lerki, og fyribilsúrslitini higartil hava verið góð.
- Skipini hava gjørt fleiri túrar við hesum lemmum og soleiðis, sum vit hava skilt, hava tey spart í minsta lagi 20 prosent av oljuni, sum tey annars vildu havt brúkt. Haraftrat kemur, sigur stjórin á Rock Trawldoors, at nógv minni stendur á róðurmaskinu og róðurbúsningum við smærru lemmunum.
Stjórin vísir á, at um vit flyta sparingina av olju hjá Róki og Lerki gjøgnum fleiri túrar yvir á allan partrolaraflotan, so hevði hetta svarað til tað, sum umleið níggju bygdir á stødd við Sumba brúka í olju um árið. Hann heldur, at royndirnar við smærru lemmum í partrolaraflotanum eru eitt prógv um, at tað saktans ber til at spara olju og útlát í føroyska fiskiskipaflotanum.
- Sum er, verður bara snakkað um sparing av olju og útláti uppi á landi, og tað eru tey, sum siga, at einki kann sparast í trolaraflotanum. Men, hetta er ikki rætt, og tað er nú prógvað, at her kann í veruleikanum nógv olja sparast, sigur Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors.
##med3##