Partrolarar hava góðan fiskiskap

Hetta man vera fyrstu ferð í langar tíðir, at sagt verður um fiskiskapin hjá partrolarunum, at hann er góður.

 

Í dag eru flestu partrolarar til fiskiskap, og í løtuni hava partrolararnir góðan fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga í sínum metingum fyri næstu viku.

Hetta er helst fyrstu ferð í langa tíð - fyri ikki at siga í eitt ávíst áramál - at sagt verður um fiskiskapin hjá partrolarunum, at hann er góður.

Í dag liggja allir djúpvatnstrolararnir við bryggju, og tað gera teir smáu trolbátarnir eisini. Skipini fara væntandi út aftur, tá líkindini batna.

- Trý garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin hjá garnaskipunum er heldur frægari nú, enn hann hevur verið, men hann er ikki góður.

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip kemur inn at landa mánadagin, og hini bæði skipini koma síðst í vikuni sum kemur.

##med2##