Partrolarar hava smáligan fiskiskap

- Fimm trolbátar eru til fiskiskap í løtuni, og allir koma inn at landa í næstu viku.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og flestu pør koma inn at landa í næstu viku.

 

- Skipini hava smáligan fiskiskap eftir upsa, men tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. 

 

Tvey pør fiska gulllaks. Pørini plaga at vera trý, men síðan Eysturbúgvin sakk, eru pørini bara tvey.

 

- Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Teir fiska í bretskum sjógvi.

 

Í løtuni eru fýra trolbátar á landleiðini, og ein er norðanfyri. Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski.

 

- Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Á svartkalvaveiði er fiskiskapurin smáligur, men brúkiligur á havtaskuveiði.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.