Partrolararnir gera onkur brúkilig hál

Í løtuni eru trý garnaskip til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Øll garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.

Tað sær ikki verri út hjá partrolarunum í løtuni, enn tað hevur gjørt, kanska heldur frægari.

Seks partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni. Fiskiskapurin er misjavnur, men skipini hava onkur brúkilig hál inn ímillum.

 

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um gongdina.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap eftir svartkalva. Ein annar liggur, men teir fara væntandi út fyrsta dagin.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja í løtuni. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku, og teir hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.

 

 

 

Tað sær ikki verri út hjá partrolarunum í løtuni, enn tað hevur gjørt, kanska heldur frægari.