Trolveiða
Tá Fiskimálaráðið gav lemmatrolaranum Eydnu royndarloyvi at partrola, var ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ikki, at fleiri skip av hesi støddini skuldu leggjast á upsastovnin innanfyri fiskidagaringin, sum hann verður róptur.
Teir, sum eiga Eydnu, funnu sær ein makkara, og hesin gjørdist lemmatrolarin Beinissvørð.
Nú eru so eisini Sjagaklettur og Vesturleiki, sum øll árini hava trolað hvør sær, farnir at partrola.
365 fiskidagar
Sosialurin er í vikuni uppringdur av monnum, sum argast um, at hesi skip nú liggja og partrola eftir upsa millum aðrar ísfiskatrolarar.
Lemmatrolararnir eru ikki við í fiskidagaskipanini, og kunnu tí fyri tann skuld fiska í 365 dagar um árið.
- Vit hava vent okkum til Fiskiveiðieftirlitið og hava spurt, um teir ikki hava heimild til at taka hesi skip og ákæra tey fyri ólógliga veiði, men svarið er, at tað kann eftirlitið ikki. Lógin er ikki nóg fullfíggjað, og tí kunnu hesi skip ikki takast og sektast fyri brot á fiskiveiðiskipanina.
Hetta sigur maður, sum siglir við einum av okkara ísfiskatrolarum, og sum á seinasta túri upplivdi, at Eydna og Beinissvørð fiskaðu upsa millum aðrar partrolarar.
Órógvandi støða
Líkt er til, at bæði Fiskiveiðieftirlitið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eru ikki sørt í døpurhuga, nú fýra lemmatrolarar eru farnir at partrola eftir upsa á somu leiðum sum aðrir partrolarar.
Landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, dylur ikki fyri, at gongdin er órógvandi og heldur ikki, at støðan er haldbar.
- Vit hava gjørt eitt uppskot fyri umleið 14 døgum síðan, har lemmatrolararnir í fyrsta lagi koma upp í fiskidagaskipanina við sínum avmarkingum í dagatali. Her verða eisini ásetingar og avmarkingar um veiði eftir bæði upsa, kongafiski, blálongu, stinglaksi og eisini gulllaksi, sigur hann.
Jacob Vestergaard sigur, at spurningurin, sum hevur tikið seg upp um, at lógin um vinnuligan fiskiskap ikki er nóg fullfíggjað, tá ræður um lemmatrolararnar, er til viðgerðar í Fiskimálaráðnum í løtuni.
- At einki er í lógini, sum forðar lemmatrolarum í at partrola, er nýtt fyri okkum, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin vísir á, at sambært kanningum, sum gjørdar eru av partroli í mun til lemmatroli, fæst ikki meiri fiskur við partroli, men her er peningur at spara í olju og øðrum útreiðslum.
- Tí skuldi partroling hjá hesum skipum ikki økt um trýstið á upsastovnin, sigur Jacob Vestergaard.
Lóglig ránsveiða
Fiskimaðurin, sum vendi sær til Sosialin í gjár, heldur, at talan er um lógliga ránsveiði hjá hesum stóru trolarum, sum nú eru farnir at partrola uttan avmarkingar – og eftir øllum at døma við heimild í lógini.
- Upsaveiðan verður søgd at vera burðardygg, men við hesi royndini aftrat man vera ivasamt, hvussu burðardygg veiðan verður. Eg haldi, at politiska skipanin í stundini átti at gjørt nakað við hetta mál, soleiðis at vit ikki seinni standa sum ryssa yvir deyðum fyli.
Fiskimaðurin heldur tað vera ov vánaligt, at hann sum vanligur eygleiðari skal noyðast at langa so hart út, tá vit skuldu havt eina politiska skipan og eitt fiskiveiðieftirlit, sum átti at tikið sær av slíkum máli.
- Eitt annað, sum eisini spælir inn, nú hesi skip eru farin at partrola á júst somu leiðum sum vit, er, at tað hugsandi eisini verður uppaftur truplari at sleppa av við upsan. Á seinasta túri noyddust vit at bíða við at koma inn til landing, hóast skipið var fult undir lúkurnar. So, hetta kann eisini í aðrar mátar hava avleiðingar við sær, leggur fiskimaðurin aftrat.
Ein rættur
Í samrøðu við Dimmalætting herfyri, segði reiðarin á Beinissvørði, Hans Joensen, vanliga róptur Hans í Líðini, at royndin, sum skipini nú gera, er ein rættur, sum teir hava havt í fimtan ár.
- Allir myndugleikar vita í dag, at einki er í lógini, sum forðar okkum í at partrola, so her er einki at koma eftir, sigur reiðarin.
Hans Joensen vísir á, at stóru trolarunum nýtist ikki serligt loyvi úr Fiskimálaráðnum fyri at partrola, tí hetta er ein rættur, sum skipini hava sambært galdandi loyvum.
Í samrøðu við Dimmalætting sigur Hans Joensen, at lemmatrolararnir ynskja at koma upp í fiskidagaskipanina.
- Men soleiðis, sum lógin er sett saman, er einki sum forðar okkum í at fiska hvønn tann einasta dag á árinum, sigur reiðarin, sum kortini ásannar, at hetta ikki kann ganga í longdini.
Hans Joensen vísir í samrøðuni á, at um allir trettan lemmatrolararnir koma á innaru leið at royna, er talan um 4750 dagar afturat, sum verða brúktir at fiska upsa.
- Tað fer sjálvandi ikki at bera til, sigur reiðarin á Beinissvørði, Hans Joensen.
-