Parttíðarstarv sum aðalskrivari í AKF

Hevur tú áhuga fyri fakfelagsarbeiði og vil vera við til at menna AKF sum felag?

 

 

 

Akademikarafelag Føroya (AKF) søkir eftir aðalskrivara. Aðalskrivarin tekur lut í arbeiðinum hjá AKF og samskipar virksemið hjá felagnum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at hava ábyrgd av umsitingini, at veita limum felagsins ráðgeving, sáttmálasamráðingar, strategiska menning av felagnum, fyrireika mál til nevndina og taka lut í fakfelagspolitiskum samstørvum, ið AKF er partur av innlendis og uttanlands.

 

Starvið verður sett frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

 

Førleikakrøv og royndir

 

Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevur viðkomandi útbúgving, royndir og/ella kunnleika til starvsfólkaviðurskifti og málsviðgerð; og sum dugir at skriva og framleiða tilfar til heimasíðu og onnur høvi at positionera felagið.

 

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

 

  • Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
  • Stinn/ur í føroyskum og enskum máli, bæði í skrift og talu

 

Løn og setanartreytir

 

Starvið er ¾ tíð, 29.5 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, tó at skrivstovan skal vera opin fastar tíðir um vikuna.

 

Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið ella avvarðandi sáttmálaøki.

 

Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.

 

 

 

 

 

Umsóknir 

 

Umsókn skal sendast við telduposti til [email protected]. Umsóknir skulu vera AKF í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. august 2024 klokkan 12.00.

 

Nærri kunning um starvið 

 

Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Páll Nolsøe, formann í AKF, á tlf. 551028 ella Ingibjørg Berg, verandi aðalskrivari á tlf. 213080, at fáa nærri upplýsingar.

 

Sí kunning um AKF á www.akf.fo.

 

Um AKF

 

AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. AKF hevur vaksandi limatal, sum í løtuni er áleið 770 limir.

 

AKF er limur í Fakfelagssamstarvinum, ið er samstarv millum fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í Fakfelagssamstarvinum eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagokfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag,  Heilsuhjálparafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið.