Fleiri brúgvaløg við regni fara komandi dagarnar fram við Føroyum úr vestri.
Leygardagin gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum veksur til andøvsgul upp í ein strúk, sum frá líður. Skýggjað og regn fyrrapartin, annars yvirhøvur turt og seinnapartin sólarglottar. Hitin millum seks og níggju stig. Sunnunátt verður andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi. Turt, men skýggjað. Hitin millum fimm og átta stig.
Páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, sum frá líður makar hann vindin til eitt gul til stívt andøvsgul. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin um átta stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum veksur til eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum fimm og átta stig.
2. páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, sum veksur til strúk í vindi upp í skrið. Skýggjað og seinnapartin regn, síðani klárar í, men kortini okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig. Um náttina verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, seinni makar hann vindin til eitt andøvsgul upp í ein strúk. Mest skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um fimm stig.
Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, seinni makar hann vindin til eitt gul til stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og í støðum sól. Hitin millum fimm og átta stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum fimm og átta stig.
Mikudagin verður ein strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útsynningi, seinni makar hann vindin til andøvsgul upp í ein strúk av vindi. Yvirhøvur turt og í støðum sól. HItin millum fimm og átta stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, sum veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind. SKýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum fimm og átta stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, sum snarar í ein vestan og makar vindin til eitt andøvsgul upp í ein strúk. SKýggjað og nakað av regni. Hitin um átta stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Skýggjað og kanska regn av og á. Hitin um fimm stig.