Aftur í ár verður boðið til páskastevnu í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum.
Møtini verða frá skírisdegi, 24. mars til 2. páskadag, 28. mars. Møtini skírisdag og langa fríggjadag verða í Siloa klokkan 18. Skírisdag tala Jón Jacobsen og Leivur á Lakjuni. Langa fríggjadag tala Heðin Poulsen og Oddur á Lakjuni.
Barnamøti verður í Siloa leygardagin 26. mars klokkan 15.
Síðan verður farið í Ítróttarhøllina á Kambsdali leygardagin, har møti verður klokkan 19. Jens C. Olsen og Klæmint Eliasen tala.
Páskadag eru møti klokkan 16, Elsa í Skorini og Ingvard Petersen tala, og klokkan 19 Sámal Mikkelsen og Símun J. Hansen tala. Millum møtini er nátturði til øll.
Endað verður við eini sangløtu í Siloa 2. páskadag klokkan 19. Har verður nógvur felagssangur og Siloakórið syngur.
Ymiskar góðar sangkreftir verða á møtunum, eitt nú sangarar úr Nebo, Sirikit Jacobsen og sangkórið í Betesda.
Ungdómsmøti verða langa fríggjakvøld klokkan 21 í Siloa og í høllini á Kambsdali leygarkvøldið klokkan 22.