Í samband við fløguútgávuna "Can?t Erase It" hjá Lenu Andersen er navnframasti føroyski produsarin, Óli Poulsen, komin til Føroya.
Til ber at siga, at hann fylgir fløguni allan vegin heim, tí á útgávukonsertunum leygarkvøldið og sunnukvøldið verður Óli Poulsen millum tónleikararnar á pallinum, ávíkavist í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Óli Poulsen er produsari á fløguni, og hann hevur verið við heilt frá byrjan. Áður hevur hann arbeitt nógv saman við Niclas Johannesen, ið er triðji grundarsteinurin undir "Can?t Erase It". Á fyrru fløguni hjá Lenu Andersen, ið nevndist "Long Distance", var Óli Poulsen produsari á nøkrum av løgunum, og tá hjúnini gingu við ætlanum um nýggja fløguútgávu, var hann beinanvegin áhugaður.
18 dagar í studio
Lena og Niclas høvdu nógv hugskot og nógv løg í skjáttuni, og í eina tíð vóru løg send aftur og fram millum tey bæði og Óla, sum kom við sínum íblástri og hugskotum.
- Eg var sum ein gubbi í Danmark, sigur Óli skemtandi.
Ferð kom á samstarvið, og tey trý gjørdu av at fara í upptøkuhøli saman.
- Fyri at fáa rætta stemningin vildu vit spæla tað nógva saman live í upptøkuhølinum, og tað bleiv so til 18 dagar í upptøkuhøli í Jyllandi í august og september í fjør, greiðir Óli Poulsen frá.
Afturat teimum trimum komu James Olsen og bróðir Óla, Hans Poulsen.
- Vit vildu hava eina føroyska grundstammu á fløguni. Allir tónleikararnir skuldu hava eina kenslu fyri tí, ið vit gjørdu, og vit vildu finna rætta stemningin.
Eftir upptøkurnar í jyska upptøkuhølinum vóru lidnar, arbeiddu Lena, Niclas og Óli víðari við fløguni í upptøkuhølinum hjá Óla í Lyngby í tveir tríggjar mánaðir.
Dynamikkur
Um samstarvið millum tey trý sigur Óli, at tey arbeiddu tætt saman, men samtíðis vóru tey rættuliga ymisk.
- Sum tónleikarar eru vit rættuliga ymisk, vit hava nógv ymisk hugskot og ætlanir, og tað elvdi stundum til harðar diskussiónir. Men kemi?in var góð, og tí fingu vit vent tað til nakað dynamiskt.
Óli Poulsen greiðir frá, at tey løgdu stóran dent á at koma inn til kjarnan av tí, sum tey øll trý ynsktu við fløguni.
Fyri Lenu og Niclas var sjálvandi talan um eitt rættuliga persónligt projekt - tað var jú teirra fløga, men eisini fyri produsaran var talan um nakað serligt.
- Fløgan gjørdist eitt hjartabarn fyri meg. Eg føldi, at eg brendi fyri sangunum, og eisini brendi eg fyri persónunum aftanfyri. Tað professionella filtrið, ið ofta er millum meg og tónleikararnar, var ikki har. Vit kundu koyra beint á hvønn annan.
- Men framvegis, so skuldu sangirnir ljóða gott, leggur Óli Poulsen afturat.
Ongantíð nøgdur
Fløgan "Can?t Erase It" við Lenu Andersen er tann seinasta í eini langari røð av fløgum, ið Óli Poulsen hevur produserað á yrkisleið síni.
Spurdur, hvørt hann er nøgdur við hesa fløguna, er Óli skjótur at svara.
- Hatta hugtakið finst ikki í mínari verð.
- Hesaferð havi eg gjørt tað á henda hátt, tí eg føldi, at tað eigur at gerast soleiðis, at tað er soleiðis. Men eg stríðist alla tíðina fyri at koma víðari og at gera tað betur og betur. Tað er mín framdrift.
- Um eg hevði funnið tað perfekta - hvat skuldi eg so gjørt, spyr Óli.
Henda hugsanarhátt sær hann als ikki sum stressandi ella frustrerandi. Tvørturímóti. Eftir hansara tykki er hann ein fortreyt fyri framhaldandi kreativiteti.
Óli leggur afturat, at um hann visti, hvussu hann skuldi produsera ta fullkomnu fløguna, so hevði prosessin eftir hansara tykki verið rættuliga keðilig.
Passión
Óli Poulsen greiðir frá, at tað mest umráðandi er at síggja og hoyra ting. At nýta sansirnar. Og harumframt er tað týdningarmikið at finna gleðina við at síggja nakað positivt.
- Tú mást føla nakað fyri tí, sum tú gert. Hava eina passión. Tað er tað, sum drívur verkið. Tí hví skal ein gera nakað, har passiónin manglar?
- Tá tú klandrast í studio, tí at øll vilja nakað so nógv, so er passiónin til staðar. Og tað skapar eina uppdrift, eina framdrift.
- Men um diskussiónirnar í staðin byggja á ego?ið hjá tónleikarunum, so hendir tað øvugta. So brýtir tú niður, leggur Óli Poulsen afturat.
Veteran-produsari
Síðan Óli Poulsen flutti til Danmarkar á sumri 1987, er hann blivin eitt rættuliga viðurkent navn á danska tónleikapallinum.
- Eg havi verið heppin at hava havt møguleikan at liva av tónleikinum. Men annars haldi eg tað vera ringt at meta um meg sjálvan. Tað er ringt at vera imponeraður av sær sjálvum, leggur hann skemtandi afturat.
Óli Poulsen nevnir tvey sløg av succes. Har tað hevur gingið gott kommercielt, tvs. har útgávurnar hava selt væl, og har tað musikalska hevur verið gott. Sjálvandi útihýsir tað eina ikki hinum, men allíkavæl.
Fyrst í nítiárunum produseraði Óli Poulsen millum annað tónleik hjá Hanne Boel og Michael Learns To Rock. Seinni komu nøvn sum Big Fat Snake, Dodo And The Dodos, Stig Rossen, Lars H.U.G., Johnny Logan, Michael Learns To Rock (eina ferð enn) og Sanne Samuelson. Men eisini eru útgávur við minni kendum nøvnum, ið hann musikalskt er glaður fyri.
Og við árunum, sum nú eru 40 í tali, hevur Óli Poulsen eisini megnað at fylgja við tí nýggja tónleikinum, ið er komin fram.
- Í bløðunum verði eg viðhvørt nevndur "veteran-produsari", og tá er ikki frítt, at ein kennir seg eitt sindur støvutan. Men í vetur havi eg millum annað arbeitt nógv saman við Julie (vinnarin av Popstars, ið nú rættuliga ger um seg í Danmark, blm.), og tað er stuttligt at bróta ígjøgnum við tí ættarliðnum.
Óli Poulsen kemur inn á spenningin við at arbeiða við nógvum ymiskum tónleikarum.
- Tú veitst ongantíð, hvat fer at henda. Um tað í dag fer at spyrjast nakað rættuliga gott burtur úr arbeiðinum í studio?num. At merkja kensluna av, at her hevur tú fingið nakað rættuliga gott fram - tað er tað, sum ger tað vert at arbeiða víðari.
Hann leggur tó afturat, at tað viðhvørt eru uppgávur, ið einans verða gjørdar fyri pengarnar. Har tað gerst eitt arbeiði sum alt annað.
- Eftir tílíkar uppgávur er tað virkuliga gott at sleppa at arbeiða við uppgávum sum hesari, har tú virkuliga sleppur at leggja kenslur í arbeiðið. Tað gevur orku til at halda fram, sigur Óli og sipar til "Can?t Erase It" fløguna hjá Lenu Andersen.
Á palli
Vanliga spælir Óli Poulsen einans síni ljóðføri heima í upptøkuhølinum í Lyngby, undantikið tá hann av og á jammar við vinunum.
Men um vikuskiftið skal hann so aftur standa á palli. Fyri fyrstu ferð í stívliga 17 ár trínur hann á ein føroyskan tónleikapall. Seinast var á Ólavsøkukonsertini 1987, stutt áðrenn hann flutti til Danmarkar at búgva.
Óli Poulsen tykist lítillátin, men samtíðis óimponeraður, tá hann verður spurdur, hvussu tað kennist, aftur at skula standa á palli í Føroyum eftir so mong ár.
- Harragud, eg skal bara standa har og spæla bass, sigur hann við einum brosi.
Hann leggur tó afturat, at sjálvandi er tað ein stuttligur máti at enda arbeiðið við hesi fløgu uppá.
Eftir framførslurnar fer Óli Poulsen av aftur landinum. Í Lyngby bíðar ein kendur pólskur sangari, ið skal gera nøkur løg í samband við at Pólland alment verður limað inn í ES 1. maj.
Men hóast hann loypir yvir í aðra genru beinan vegin, so verður samarbeiðið við Lenu og Niclas ikki lagt á hyllina.
- Her er heilt sikkurt nakað at arbeiða víðari við, staðfestir Óli Poulsen.
Lesið eisini Sosialin í morgin, har vit hava samrøðu við Lenu Andersen.