Real Madrid helt seg hava alt í pottinum, tá teir spældu á heimavølli móti AC Milan.
Raul skoraði í fyrra hálvleiki, men burtur úr ongum kom Milan upp á 2-1 í seinna hálvleiki, tá Pirlo og Pato skoraðu hvør sítt mál innan fyri fýra minuttir.
Og hóast Drenthe javnaði eftir hornaspark, so var tað ikki nóg mikið. Pato skoraði nevnliga eina ferð afturat, og so streyk Milan avstað við stigunum.
Á Stamford Bridge læt Chelsea ongan iva vera, tá teir við 4-0 sigri á Atlético Madrid mest sum bíløgdu sítt pláss í 1/8-finalunum.
Úrslitini í kvøld
Bólkur A
Bordeaux-Bayern Munchen 2-1
Juventus-Maccabi Haifa 1-0
Bólkur B
CSKA Moskva-Manchester United 0-1
Wolfsburg-Besiktas 0-0
Bólkur C
FC Zurich-Marseille 0-1
Real Madrid-AC Milan 2-3
Bólkur D
Chelsea-Atlético Madrid 4-0
Porto-Apoel Nicosia 2-1