Patrick Viera tekur við sum høvuðsvenjari hjá Crystal Palace

Lucien Favre var uppá tal hjá Crystal Palace, men tað gjørdist Patrick Viera

Gamla Arsenal-legendan, Patrick Viera verður høvuðsvenjari hjá Premier League-felagnum, Crystal Palace. Hann tekur við eftir Roy Hodgson. 

 

Hetta boðar Crystal Palace frá í tíðindaskrivi í dag.

 

Ein annar fraklendingur, Lucien Favre var annars uppá tal, men tað bleiv av ongum.

 

Seinasta venjarastarvið hjá Patrick Viera var í franska felagnum, Nice. Hann var loystur úr starvinum í desember í fjør.

 

Áðrenn tíðarskeiðið í Nice var Patrick Viera høvuðsvenjari hjá amerikanska felagnum, New York City.

 

Patrick Viera sum vann trý meistaraheiti og fýra steypakappingar við Arsenal millum 1997 og 2005 sigur seg fegnast um at kunna venda aftur til Premier League, har hann hevur mong góð minnir.

 

Patrick Viera gjørdi tað eisini framúr í Inter Milan í Italia, har hann vann trý meistaraheiti. 

 

Patrick Viera leikti 107 landsdystir fyri Frakland. 8. september í 2004 bleiv Patrick Viera í HM-undankappingardysti móti Føroyum á Tórsvølli vístur av vølli aftaná tvey gul kort. Frakland vann kortini 2-0.