info
Ongi úrslit

Patrik skoraði aftur - Kaj Leo brendi brotsspark

Tað peikar í hvør sína ætt hjá føroyingaliðunum, Keflavík og Akranes

Heri Simonsen
8. august 2022 kl. 22:15

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.

Patrik Johannesen skoraði áttanda málið hjá sær í bestu deildini hetta kappingarárið, tá Keflavík vann frálíkan 2-1 sigur á Leiknir á útivølli. Patrik legði Keflavík á odda við einum góðum stútara beint undan steðginum. Tíverri mátti Patrik út við einum snuddi tá bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

Stóra hetjan hjá Keflavík gjørdist Frans Elvarsson, ið skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

Leiknir R. 1 - 2 Keflavík

 0-1 Patrik Johannesen ('45)

 1-1 Zean Peetz Dalügge ('61)

 1-2 Frans Elvarsson ('91)

Kaj Leo í Bartalsstovu var so óheppin á heimavølli at brenna brotsspark hjá Akranes við støðuna 1-0 til Val. Tveir minuttir seinni økti Valur til 2-0. Stutt eftir var Kaj Leo skiftur út. Áðrenn brotssparkið hevði Kaj Leo sambært Morgunblaðnum tveir góðar málmøguleikar, men teir góvu tíverri ikki mál. Valur vann dystin 2-1.

Akranes 1 - 2 Valur

 0-1 Aron Jóhannsson ('51)

 0-2 Arnór Smárason ('67)

 1-2 Kristian Lindberg ('85)

Tað peikar í hvør sína ætt hjá Keflavík og Akranes. Keflavík sum vóru mettir at enda næstaftast í deildini av serfrøðingunum hevur heili 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Akranes liggur aftast við bert átta stigum.

Støðan

Nr Lið:  Dystir V J T Málmunur Stig
1 Breiðablik 16 12 2 2 43:20 38
2 Víkingur R. 15 9 3 3 36:23 30
3 KA 16 9 3 4 31:18 30
4 Stjarnan 16 7 7 2 33:23 28
5 Valur 16 8 3 5 29:25 27
6 KR 16 6 6 4 25:23 24
7 Keflavík 16 6 3 7 29:29 21
8 Fram 16 4 7 5 31:35 19
9 ÍBV 16 2 6 8 21:33 12
10 FH 16 2 5 9 16:28 11
11 Leiknir R. 15 2 4 9 13:28 10
12 Akranes 16 1 5 10 15:37 8

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

17 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

57 minuttir síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

3 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

4 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

5 tímar síðan