Patrik skoraði í heimasigri hjá Keflavík

Patrik Johannesen hevur nú skorað fimm mál í 10 dystum fyri Keflavík

Undan kappingarárinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini dømdu fótbóltsserfrøðingarnir í Íslandi liði hjá Patriki Johannesen, Keflavík at flyta niður í næstbestu deildina aftaná lokið kappingarár.

 

Sigast má, at Patrik og liðfelagarnir higartil hava gjørt hesar spádómarnar til skammar.

 

Í kvøld vann Keflavík ein góðan 3-1 heimasigur á Fram. Patrik var á blettinum og økti til 2-0 tá ein stórur hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki. Viðmerkjarnir hjá Støð 2 sjónvarpinum í Íslandi halda, at Patrik hevur roynst Keflavík góður hetta kappingarárið. 

 

Keflavík 3 - 1 Fram

 

 1-0 Frans Elvarsson ('3)

 

 2-0 Patrik Johannesen ('31)

 

 2-1 Guðmundur Magnússon ('74)

 

 3-1 Nacho Heras ('78)

 

Keflavík er nummar sjey í deildini við 14 stigum. Teir hava níggju stig niður til ÍBV, ið er á næstaftasta plássinum við fimm stigum. 

 

11. juli spælir Keflavík móti Vali á útivølli.