Íslendsku meistararnir, Breiðablik vóru fyri heldur óvæntaðum 2-3 tapi í fjórðingsfinalu í Lengjubikaranum í kvøld.
Breiðablik var favorittur til at knógva ÍBV á heimavølli, men eyjamenn vóru omaná tá dysturin var liðugur.
Patrik Johannesen gjørdi sítt fyri, at Breiðablik skuldi vinna seg í hálvfinaluna. Hann skoraði nevnliga bæði málini hjá Breiðablik.
Tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum legði Patrik Breiðablik á odda 1-0, og tá 76 minuttir vóru farnir av dystinum javnaði hann til 2-2.
Bjarki Gunnarsson skoraði sigursmálið hjá ÍBV tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Klæmint A. Olsen var ikki við í hópinum hjá Breiðabliki í kvøld.