Paul hevur hála fortíð

HM-høgguslokkurin, sum gitti átta dystir á rað rættar undir HM-kappingini, verður ákærdur fyri at hava eina hála fortíð, eftir at venjarin hjá honum avdúkaði, at hann er úr Italia og ikki Onglandi, og at hann í veruleikanum er yngri, enn sjósavnið hjá honum higartil hava viljað verið við.

 

Hetta skrivar Daily Mirror í dag.

 

Venjarin hjá Paul, Verena Bartsch, vil vera við at hon fangaði hann út fyri italsku oynni Elba í Apríl mánaði.

 

Er hetta satt, merkir tað eisini at tað var ein annar høgguslokkur, og ikki Paul, sum gitti úrslitini í EM kappingini í 2008, tá Paul varð sagdur at hava 80 prosent av útslitunum røtt.

 

Italska avísin La Repubblica skrivaði, at: Høgguslokkurin rakar aftur rætt, men hansara veruliga navn er Paolo.

 

Talskvinnan hjá sjósavninum í Týsklandi, har Paul býr, Tanja Munzig, vildi ikki gera viðmerkingar til hetta í gjár, men segði at Paul nú fór at trekkja seg úr yrkisleiðini sum vísmaður í fótbólti.