Í einari samrøðu við journalistin David Frost sigur Paul McCartney, at Yoko Ono ikki hevði ábyrgdina av, at menninir í The Beatles fóru hvør til sítt.
Í samrøðuni sigur Paul McCartney eisini, at Yoko Ono hevði eina góða ávirkan á John Lennon og hansara solokarrieru.
- Eg haldi ikki hann hevði skrivað Imagine uttan Yoko, so eg haldi ikki, at ein kann geva henni skyldina fyri nakað, sigur Paul McCartney í samrøðuni, sum sambært heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum verður send á Al Jazeera 9. november.
Sambært McCartney var bólkurin longu væl ávegis at fara í upploysn, tá ið Yoko Ono kom uppí leikin.
Um nakar - uttan teir fýra menninir í bólkinum - skal hava ábyrgdina av, at The Beatles fóru hvør til sítt, so er tað Allan Klein, sum í 1967 gjørdist umboðsmaður hjá bólkinum eftir Brian Epstein, sigur Paul McCartney.
- Tað var Klein, sum fekk meg til at berjast ímóti mínum vinmonnum, hóast eg mest av øllum hevði hug til at berjast ímóti Klein, sigur Paul McCartney.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.