Paul Scholes á blettinum fyri Manchester United

Manchester United vann í dag á Bolton og 37-ára gamli Paul Scholes var millum málskjúttarnar. Tottenham fekk bara javnt, meðan Chelsea vann tepurt á Stamford Bridge. Liverpool spældi á sjeynda sinni javnleik á heimavølli.

 

Ongin er longur í iva um, at Paul Scholes hevur funnið fótbóltsskógvarnar framaftur. Í dag legði hann Manchester United á odda í dystinum á Old Trafford móti Bolton. Miðvallarin, sum í fjør gavst, byrjaði á miðvøllinum hjá verandi meistaraliðnum.

 

Undan leiðslu málinum brendi Wayne Rooney brotsspark. Í seinna hálvleiki slerdu Danny Welbeck og Michael Carrick sigurin fastan. Manchester United hevur nú saman við Manchester City 48 stig í oddinum. Manchester City spælir mánakvøldið móti Wigan.

 

Tottenham misti tvey stig í oddastríðnum, tá teir á White Hard Lane bara fingu javnleik móti Wolverhampton. Steven Fletcher legði Wolverhampton á odda um miðjan fyrra hálvleik. Luka Modric javnaði tíðliga í seinna hálvleiki til endaliga úrslitið 1-1. Tottenham er nú tvey stig aftanfyri Manchester liðini.

 

Chelsea vann ein kærkomnan sigur á Stamford Bridge móti Sunderland. Frank Lampard skoraði einsamalla aftaná eitt lítið korter. Á Anfield megnaði Liverpool ikki at bróta niður eina sterka Stoke verju. Hetta er sjeyndi javnleikurin hjá Liverpool á Anfield í hesum kappingarárinum.

 

Blackburn hevur havt tað trupult í ár, men í seinastuni er gongdin batnað nakað. Í dag vunnu meistararnir frá 1995 3-1 á Fulham á Ewood Park. Millum málskjúttarnar var Morten Gamst Pedersen. Blackburn er fyribils omanfyri niðurflytingarstrikuna, men bæði QPR og Wigan hava ein dyst til góðar.

 

Aston Villa og Everton deildu stigini á Villa Park, meðan Norwich vann á útivølli móti WBA.

 

Premier League:

 

Í dag:

Aston Villa – Everton 1-1

Blackburn – Fulham 3-1

Chelsea – Sunderland 1-0

Liverpool – Stoke 0-0

Manchester United – Bolton 3-0

Tottenham – Wolverhampton 1-1

WBA – Norwich 1-2

 

Sunnudagin:

Newcastle – QPR (13:30)

Swansea – Arsenal (16:00)

 

Mánadagin:

Wigan – Manchester City (20:00)