Undan grannauppgerðini í dag, hevur 35-ára gamli Manchester United miðvallarin, Paul Scholes, longt sáttmálan við einum ári. Paul Scholes hevur bara umboðað Manchester United í síni tíð sum fulltíðar fótbóltsspælari. Hann var ein partur av ?Class of 92? hjá Sir Alex Ferguson, ið millum annað taldi David Beckham, Ryan Giggs, Nicky Butt og Neville beiggjarnar.
- Tað var nógv tosa um at Scholes skuldi gevast, men tá tú sær hvussu nógv hann hugnar sær til venjing og dystir, so sær tú hvussu gjarna hann vil halda fram, sigur Sir Alex.
Paul Scholes debuteraði á Manchester United liðnum í 1994. Hann hevur síðani spælt yvir 400 dystir og skorað 100 mál fyri barndómsfelagið. Hann hevur eisini umboðað enska landsliðið 66 ferðir, og megnaði at skorað 14 mál, áðrenn hann í august mánað í 2004 takkaði fyri seg.
- Eg eri fegin um at hava longt sáttmálan við einum ári. Eg havi tað gott og njóti at spæla fótbólt, sigur Paul Scholes.
Manchester United skal í dag spæla ímóti granninum úr Manchester City. Dysturin byrjar kl 12.45.