Paul Watson aftur á ferð

Oddamaðurin í Sea Shepherd kemur tó ikki á okkara leiðir á hesum sinni

Paul Watson, navnframi oddamaðurin í umhvørvisverndarfelagsskapinum Sea Shepherd, fer nú í Suðurhøv at forða japonskum skipum at veiða stórhval har. Japanar hava boðað frá, at teir ætla sær at veiða umleið 900 sildrekar og 50 , men Paul Watson ætlar sær at órógva japonsku skipini, so tey ikki fáa fullført ætlanina, skrivar AP.

Sea Shepherd hevur riggað skipið "Steve Irwin" til ferðina, og ætlandi skuldi skipið fara úr Brisbane í Avstralia í dag. Paul Watson hevur sagt, at ætlanin er ikki at seta mannalív í váða, men hann væntar heldur ikki, at tær japonsku manningarnar fara at sita hendur í favn.

Tey japonsku hvalaskipini fóru úr Japan fyri trimum vikum síðani. Paul Watson sigur, at eftir ætlanini kemur "Steve Irwin" á hvalaleiðina um miðjan desember, og ætlaniner so, at skipið skal verða har til eina ferð í mars.

Millum teirra, sum manna "Steve Irwin" hendan túrin, er amerikanska filmskvinnan Daryl Hannah. Á tíðindafundi í Brisbane í gjár rósti hon Sea Shepherd og øðrum umhvørvisverndarfelagsskapum fyri arbeiði teirra.

-Hetta eru menninir, sum stríðast ímóti ólógligari hvalaveiði, segði hon.