Felagsskapurin Sea Shepherd hevur saman við øðrum umhvørvisfelagsskapum gjørt av at gera 15. mars til altjóða dag ímóti kópaveiði. Í tí sambandi hevur Sea Shepherd tikið stig til at boykotta ymsar kanadiskar vørur fyri at mótmæla teirri stóru kanadisku kópaveiðini.
Á einum tíðindafundi í vikuni segði Paul Watson, at kópaveiðan er ómenniskjalig, og at tað ber ikki til at rættvísgera eina vinnu, sum fær pengar burtur úr at fara soleiðis við djórum.
Fyri trimum árum síðani bleiv avgjørt at veiða næstan eina millión kópar, og teir seinastu 325.000 skulu veiðast í ár. Í flestu førum er talan um nósar, sum eru ímillum 12 dagar og 12 vikur gamlir. Tað mesta verður veitt í Kanada, men norðmenn hava kvotur til at veiða umleið 33.000 kópar í ár, skrivar VG.