Paul Watson hóttir japanskt hvalaskip

Í síðstu viku sigldi eitt skip hjá Sea Shepherd á ein japanskan hvalabát. Nú hóttir felagsskapurin við at lata sítt skip sigla á eitt annað japanskt skip. Sambært NTB hóttir Sea Shephard við at lata skipið ?Farley Movat? sigla á japanska verksmiðjuskipið ?Nisshin Maru?, sum tekur ímóti hvalum, sum teir japonsku hvalabátarnir skjóta við Antarkstis.

Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, sigur, at hann ætlar at lata ?Farley Movat? sigla á japanska skipið, so tað ikki kann taka ímóti meiri hvali.

Myndugleikarnir í Japan eru í øðini um tilburðin í síðstu viku, tá ?Farley Movat? sigldi á ein japanskan hvalabát. Japanska fiskimálaráðið sigur Sea Shepherd vera ein yvirgangsfelagsskap.