Pauli Nielsen 60 ár

Í dag, 13. mars, fyllir Pauli Nielsen í Havn 60 ár. Pauli er ættaður úr Sandavági, sonur Mariannu Poulsen úr Nesinum, Vestmanna, og Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmann, í Sandavági

Hann tók preliminerprógv í Vestmanna í 1959 og læraraprógv í Havn í 1966. Seinni fór hann á Danmarks Lærerhøjskole at lesa uppalingarfrøði og tók cand. ped. prógv í 1975. Hann hevur eisini lisið føroyskt á Fróðskaparsetrinum og er útbúgvin skúlabókavørður.
Frá 1959 var Pauli í 3 ár vikarur í Bø og Gásadali. Síðani fekk hann lærarastarv í Havn og hevur verið lærari í Kommunuskúlanum, á Venjingarskúlanum, Læraraskúlanum, Støðisútbúgvingini, Fróðskaparsetrinum og Sjúkrasystraskúlanum. Í 1988 tók hann við starvinum sum rektari á Læraraskúlanum og er framvegis í tí starvinum.
Pauli hevur verið blaðstjóri á Glugganum eitt skifti og medblaðstjóri á Skúlablaðnum. Hann hevur eisini latið nógv annað skrivligt tilfar úr hondum, eitt nú umsetingar bæði í bundnum og óbundnum máli. Kendast munna hansara umsetingar av Rasmusi Tøpp og Dunnaldi Dunnu vera.
Pauli er giftur við Hildur Patursson, dóttir Morið og Erlend Patursson í Kirkjubø. Hann eigur børnini Vilhjálm, Elsu, Mariannu, Ólav, Tjóðhild og Bergtóru.