Pauli vann á Niklasi - HØJ og FIF vunnu eisini

Fýra føroyingalið vóru í leiki í dag í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Fýra føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Liðið hjá Paula Mittún, Team Sydhavsøerner vann á heimavølli stórsigur 37-24 á liðnum hjá Niklasi Højgaard Hanusarsyni, Skovbakken. Í steðginum var Team Sydhavsøerne á odda 16-13. 

 

Pauli skoraði eitt mál, og Niklas skoraði tvey mál.

 

Leivur Mortensen var saman við Mads Vejby toppskjútti og skoraði níggju mál, og Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál, tá teir og liðfelagarnir í FIF á heimavølli vunnu málríkan dyst 42-38 móti Odense á heimavølli. Í steðginum var Odense á odda 18-16. 

 

Liðið hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ vann á útivølli 28-25 á Køge. Í steðginum var HØJ greitt á odda 19-11.

 

Komandi leygardag verður føroyingauppgerð tá HØJ tekur móti Skovbakken á heimavølli. Sama dag spælir FIF móti Grindsted á heimavølli. Tann dagin verður eisini ein onnur føroyingauppgerð. Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taka móti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus á heimavølli. 

 

Støðan:

 

 

 

Nr.Lið:DystirStig
1Grindsted1323
2HC Midtjylland1320
3Skive1319
4HØJ 1318
5Tønder1215
6Aarhus HC1215
7Team Sydhavsøerne1315
8FIF 1313
9Odder 1310
10Rækker Mølle139
11Skovbakken138
12HC Odense138
13Vendsyssel 135
14Køge Håndbold132