Pávin fordømir russiska ágangin í Ukraina

- Í Guds navni biði eg tykkum steðga slíkum manndrápi. Býir eru í vanda fyri at gerast kirkjugarðar, sigur pávin í talu í dag.

Pávin fordømir nú kríggið í Ukraina og sigur, at ágangurin hjá Russlandi í landinum ikki kann góðtakast, men má halda uppat. 

 

Reuters skrivar, at pávin kallar bumbingina av sivilum málum og barnasjúkrahúsi í Ukraina fyri barbariska og sigur, at slíkt hevur onga rættarliga strategiska orsøk.

 

- Í Guds navni biði eg tykkum steðga slíkum manndrápi. Býir eru í vanda fyri at gerast kirkjugarðar, sigur pávin sambært Reuters í einari talu í dag.

 

Í dag sigur ukrainska verjan, at harðir bardagar hava verið kring Kiew, og at bardagarnir gerast harðari og harðari. 

 

Fyrrapartin í morgun verður sagt frá hørðum bardøgum í býunum, Irpin og Makariv í Kiew-regiónini, og humanitera støðan í økinum verður sambært ukrainsku verjuni verri og verri.

 

##med2##

 

Sagt verður, at í minsta lagi 35 fólk eru deyð og 134 eru løstað í russiskum álopum í nátt á eina hernaðarstøð í Lviv-regiónini, nærindis markinum til Póllands.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at hernaðarstøðin hevur verið brúkt sum venjingarstøð til friðarvarðveitandi arbeiði, har USA hevur vant ukrainskar hermenn seinastu árini.

 

Lagt verður aftrat, at hernaðarstøðin eisini hevur verið brúkt av Nato til altjóða venjingar.