Pávin krevur vápnahvíld og gíslar leysar í Gaza

Ovasti leiðarin í katólsku kirkjuni biður »inniliga« um ein steðg í hernaðarligu atgerðunum.

 

Frans pávi kemur við siðbundna vælsignilsinum jóladag, Urbi et Orbi (fyri býin og fyri heimin, red.), sum fer fram jóladag. - Foto: Yara Nardi/Reuters

Frans pávi mælir jóladag til vápnahvíld í Gaza eins og at gíslarnir verða latnir leysir.

Tað ger hann í sambandi við siðbundnu vælsigningina Urbi et Orbi (fyri býin og fyri heimin, red.)

Pápin mælir til, at kríggj skal steðga. Tað snýr seg um »eitthvørt kríggj, hugsanin við kríggi, ein endaleys ferð, ein ósigur uttan sigrandi, ein ófyrigeviligur óndskapur«, sigur hann.

Má friður koma til »Ísrael og Palestina, har kríggj oyðileggur mannalív«, heldur pávin fram.

– Hjartað mítt syrgir ofrini fyri ræðuligu álopini 7. oktober, og eg endurtaki bøn mína um skjót at fáa latið tey leys, sum enn verða hildin sum gíslar, sigur hann við tilsiping til álopini hjá Hamas.

– Eg biðið inniliga um, at hernaðarligu tiltøkini og ræðuligu avleiðingarnar halda uppat, sigur hann.

Pápin mælir til ein »loysn upp á humaniteru støðuna« við at lata upp fyri, at neyðhjálp sleppur fram.

Hann hevur eisini fleiri ferðir áður fordømt álopini á sivil og stríðið, sum er nú.

Næstan tríggjar mánaðir eftir at kríggið byrjaði millum Ísrael og Hamas er tann humanitera støðan katastrofal sambært ST. 85 prosent av fólkinum eru rikin burtur.

Hamas leyp á Ísrael 7. oktober. Tað kostaði umleið 1200 fólkum lívið – tey flestu sivilø

Hamas burturflutti umleið 250 fólk 129 teirra eru sambært ísrael framvegis í Gaza.

Ísrael hevur hevnt álopini hjá Hamas við áhaldandi at bumba og við einum landálopi í Gaza, har yvir 20.000 fólk  – nógv kvinnur og børn – eru deyð sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum Hamas hevur valdið ár.

Umframt at pávin fokuserar upp á Ísrael og Gaza, mælir hann eisini til, at onnur stríð í Miðeystri, Afrika og Kaukasus verða loyst.

Og so bað pávin fyri Ukraina.

– Latið okkum endurnýggja okkara andaliga og menniskjansliga nærleika til kreppurakta fólkið, sigur hann.

Urbi et Orbi-vælsigningin fer fram, eftir at pávin hevur hildið midnáttarmessu sunnudag.

Her nevndi hann ikki ítøkiliga kríggið í Gaza, men tosaði rundan um tema um kríggj og harðskap.

Í kvøld eru hjørtu okkara í Betlehem, har prinsur friðarinnar enn einaferð verður vístur burtur av nyttuleysa logikkinum hjá krígnum, sum sjálvt í dag forðar honum í at finna sítt pláss í hesum heimi, segði pávin.

/ritzau/AFP

 

 

Frans pávi kemur við siðbundna vælsignilsinum jóladag, Urbi et Orbi (fyri býin og fyri heimin, red.), sum fer fram jóladag. - Foto: Yara Nardi/Reuters