Tað var Petur Eirik Djurhuus úr Søldarfirði, sum stovnaði handilin sum P.W. Kolonial 10. mars 1983. Seinni skifti handilin navn til P.E. Kolonial. Í dag er navnið bert Sp/f PE Petur Eirik sigldi eina tíð, áðrenn hann fór í læru sum krambúðarkallur í rør og sanitet handlinum hjá Hans M. Reinert við Hoyvíksvegin í Havn frá 1976-79. Síðan sigldi hann eina tíð og arbeiddi hjá famljufyritøkuni P.W. Kolonial í Søldarfirði, til hann stovnaði sín egna handil. Hann er uppvaksin við handli í familjuni, og er hann ein av eftirkomarunum hjá Hans Petur Weihe, sum byrjaði at handla í Søldarfirði fyri meria enn 100 árum síðan. Handilin í Søldarfirði er nú afturlatin. Umframt handilin í Stoffalág, har sjey fólk arbeiða, er eisini ein PE handil á Argjum við tveimum starvsfólkum. Skúlanæmingar arbeiða eisini í handlunum eftir skúlatíð. Síðan 1990 hevur handilin verið limur í handlisketuni Samkeyp, sum í dag telur 23 handlar kring landið. Í sambandi við føðingardagin hava PE-handlarnir fleiri góð tilboð hesa vikuna.