Mánadagin var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja formanninum í Føroya Pedagogfelag. 34 ára gamli Jarvin Feilberg Hansen hevur nógv um at vera, tá Sosialurin roynir at fáa orðið á hann eftir døgurða. Sum nýggjur í nevndini er nógv at seta seg inn í, og tveir fundir eru á skránni seinnapartin. Fyrst skal hann á fund við Starvsmannafelagið og síðan við Tórshavnar Býráð. Til viðgerðar er nógv umrøddi spurningurin, nær starvsfólk í høvuðsstaðarkommununi kunnu loyva sær at fara frá arbeiði, millum annað til jarðarferð.
- Eg má siga, at tað kom rættuliga óvart á hjá mær, at eg skuldi gerast formaður. Nakrir limir í Klaksvík skutu meg upp sum formansevni, og endin var so, at eg varð valdur, greiðir Jarvin Feilberg Hansen frá og heldur fram:
- Dagin eftir heitti eg á Ann Elisabeth Hansen, ið var næstformaður í gomlu nevndini, um at hjálpa mær við at seta meg inn í viðurskiftini, og hon hevur verið mær ein stór hjálp, greiðir Jarvin frá, tá vit hitta hann aftur eftir loknan arbeiðsdag í nýggja starvinum.
Á aðalfundinum leygardagin vóru tað júst Jarvin og Ann, ið stríddust um formanssessin eftir at Carita Bjørklund valdi ikki at stilla upp aftur. Tá avtornaði fekk Jarvin 100 atkvøður fleiri enn Ann. Men formaðurin leggur dent á, at valstríðið er av, og at tað nú snýr seg um at arbeiða saman.
- Eg kenni meg væl í starvinum og havi nógvar ætlanir, greiðir Jarvin Feilberg Hansen frá og nevnir millum annað, at pedagogfelagið eigur at gerast meira sjónligt í samfelagnum.
Føroya Pedagogfelag hevur ikki færri enn 1400 limir, og hesir eiga at gerast meira virknir innan felagið, heldur nývaldi formaðurin. Sum liður í hesum skal felagið skipa fyri limafundum kring landið, har limirnir fáa høvið at siga sína hugsan og annars kunna seg um felagið.
- Okkara limir skulu í størri mun merkja, at teir eru limir í einum fakfelag, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Harumframt skal heimasíða felagsins byggjast út við fakligum tilfari og eisini gerast eitt kjakforum fyri limirnar. Ein onnur uppgáva verður at samantvinna ymsu bólkarnar í Føroya Pedagogfelag. Her verður serliga hugsað um serstovnaøkið og dagstovnaøkið. Eisini skal felagið arbeiða fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, ið arbeiða sum stuðul.
Fleiri menn
Higartil hevur pedagogfakið verið merkt av sera ójøvnum kynsbýti, har kallkynið einans eigur sera lítlan brotpart. Men hetta má broytast, heldur Jarvin Feilberg Hansen.
- Mong hava framvegis ta fatan, at pedagogfakið er fyri kvinnur, men hetta mugu vit fáa broytt, tí stórur tørvur er á mannligum pedagogum, vísir formaðurin á.
Hann leggur afturat, at í so máta kann valið av einum mannligum formanni kanska skunda undir tilgongdina av mannfólki til fakið.
Men samtíðis er tað eingin loysn at seta kvotu á útbúgvingarplássini fyri at tryggja javnari kynsbýti á tann hátt, heldur formaðurin.
- Nei, tað má altíð vera førleikin, ið er avgerandi fyri, um tú sleppur á skúla. Harafturímóti mugu vit royna at eggja monnum til at søkja plássini, vísir Jarvin Feilberg Hansen á.
Í farloyvi
Seinastu árini hevur Jarvin Feilberg Hansen verið leiðari í sambýlinum á Bóndaheyggi 14 í Havn. Men formanssessurin í Føroya Pedagogfelag er fulltíðarstarv, og tískil fer hann í farloyvi úr hesum starvi, fyribils til formansval aftur verður á skránni um tvey ár.
Jarvin Feilberg Hansen hevur ikki áður sitið í nevndini í Føroya Pedagogfelag, men hann hevur arbeitt innan pedagogøkið síðan 1989. Harumframt hevur hann seinastu trý árini verið virkin í felagnum Javna.