- Tað er ikki Føroya Pedagogfelag, sum seta lívið í váða hjá borgarunum í landinum, men arbeiðsgevarin, sum við ábyrgdini fyri teirra stovnum og starvskorum hjá starvsfólkum, ikki virðir støðuna á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Pedagogfelagið í dag.
Tað er á middegi, at partarnir hittast í Fasta Gerðarrættinum, har Fíggjarmálaráðið vil hava rættin at tvinga Pedagogfelagið at geva Almannaverkinum undantak, so at pedagogarnir á sambýlunum hjá Almannaverkinum kunnu fara aftur til arbeiðis.
Almannaverkið sigur, at talan er um vanda fyri lív og heilsu hjá nøkrum av búfólkunum á stovnunum, men kortini hevur Pedagogfelagið noktað at ganga umbønini hjá Almannaverkinum á møti. Tì hittast tey nú í Gerðarættinum.
Hesum skilir Pedagogfelagið lítið av, og vil heldur sleppa aftur til samráðingarborðið.
- Ístaðin fyri at føra samráðingar og skjótast gjørligt fáa rætt lag í støðuna, so verður tíðin ístaðin brúkt uppá senda Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, í eini roynd at drála málinum enn meira, skrivar felagið.
Pedagogfelagið fílist á, at enn hava Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki víst nakran vilja til samráðingar.
- Komið heldur til samráðingarborðið og føri veruligar samráðingar - veruligar samráðingar - fyri ein starvsbólk, sum bæði Kristina Háfoss og Annika Olsen fleiri ferðirnar alment hava úttala seg um, er harðligani afturúrsigldur, skrivar Pedagogfelagið.