Útvið 200 limir vóru á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum leygardagin 16. mars. Drúgva verkfallið í fjør merkti aðalfundin, sum samtykti at hækka limagjaldið fyri at styrkja felagið aftur. Størri fokus skal setast á námsfrøðiliga økið, og felagið skal vera meira sjónligt við einari nýggjari heimasíðu.
Aðalfundurin byrjaði við at Maud Wang Hansen bar fram minningarorð um Katrina Petersen, ið var fyrsta forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Gestarøðarin í ár var forkvinnan í íslendska fakfelagnum fyri leiðandi pedagogar, Ingibjørg Kristleifsdóttir, sum millum annað røddi um týdningin av sterkum fakfeløgum.
Drúgva verkfallið í fjør kostaði Pedagogfelagnum nógvar pengar. Aðalfundurin samtykti tí at hækka limagjaldið úr 1,6% upp í 1,8%. Hækkingin fer beinleiðis í Aktións- og Upplýsingargrunnin, sum umframt at vera ein verkfalsgrunnur í framtíðini eisini verður ein meira virkin grunnur til frama fyri at granska, strykja og breiða kunnleikan um námsfrøðiliga arbeiðið.
Hóast lyfti um fyrireikingartíð vórðu givin eftir verkfallið seinast, so staðfesti aðalfundurin, at framvegis gongur striltið at fáa hesi lyfti framd í verki, tí kommunurnar svíkja givin lyfti og virða ikki sáttmálan.
Spurningurin, hvørji tilboð eru tey bestu fyri seks ára gomlu børnini, varð eisini umrøddur á aðalfundinum. Pedagogfelagið er farið undir at lýsa málið, og felagið sær seg sjálvt sum natúrligan part í tí arbeiði, sum landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at seta í verk.
Sum liður í at gera Pedagogfelagið og námsfrøðiliga økið sum heild meira sjónligt, er felagið farið undir at gera eina nýggja heimasíðu. Umframt at vera nýggja andlitið úteftir, so verður heimasíðan eisini eitt amboð til at bøta um innanhýsis samskiftið í felagnum, sum fevnir um útvið 2000 limir.
Havandi í huga støðuna í samfelagnum, samtykti aðalfundurin eina felags yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag, ið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. Elin N. W. Tausen tók við afturvali og nýggjur í nevndini er Wenzel S. V. Olsen, ið tekur við eftir Guðrun Eysturlíð, sum bar seg undan afturvali. Eftir aðalfundin sær nevndin soleiðis út: Maud Wang Hansen, forkvinnna, Jógvan Philbrow, Jannie Jacobsen, Elin N. W. Tausen og Wenzel S. V. Olsen.
Sum eykalimir vóru vald, Gitta av Kák, Sigrun Ørvarodd og Marjun Petersen.