Nú verður enn ein loysn gjørd at fáa enda á verkfallinum hjá pedagogunum, tí klokkan 10 byrjaði ein fundur, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevði kallað inn til.
Fundurin er í Fíggjarmálaráðnum á Argjum, har tvey umboð fyri hvønn av teimum trimum pørtunum í ósemjuni er við.
Fyri Pedagogfelagið eru tey Maud Wang Hansen og Jógvan Philbrow, næstformaður, fyri Kommunala Arbeðsgevarafelagið Heðin Mortensen og Anita Fuglø, og fyri Fíggjarmálaráðið Jørgen Niclasen og Snorri Fjalsbak.
Í dag eru annars tríggjar vikur, síðani 1.900 pedagogar kring alt landið fóru í verkfall, og nú hevur Føroya Pedagogfelag hert verkfallið, so mestsum øll undantøk frá verkfallinum eru tikin aftur.
Í tí sambandi heitir felagið Javni á fólk við menningartarni, avvarðandi og annars øll um at møta í Fíggjarmálaráðnum á miðdegi í dag, klokkan 12.
Javni rópar varskó, tí nú fer verkfallið at raka tey allarveikastu, sum illa fáa svarað fyri seg, og sum kunnu vera noydd at flyta heimanífrá.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur seg eisini vilja fáa ein enda á verkfallinum og sigur, at málið hevur verið umrøtt í landsstýrinum, sum vil hava eina loysn og munadyggar samráðingar:
Eg heiti tí á samráðingarpartarnar um at fara aftur til samráðingarborðið. Tað eigur at bera til at fáa eina nýggja avtalu í lag. Eingin kann liva við hesi fastlæstu støðuni í longri tíð afturat, sigur løgmaður.