Fyri áleið 15 árum síðani mátti 60 ára gamli Kaj viðurkenna, at hann er pedofil. Sjey ára gamla gentan segði tað við mammu sína, og loyndarmálið bleiv alment. Í nógv ár hevði Kaj spælt við børn. Honum dámdi væl at kitla tey í spølni, og samstundis vildi hann altíð kitla tey millum beinini, tí tað tendraði hann. Dómur fall ongantíð í málinum, men Kaj viðgongur, at hann hevur gjørt seg inn á børn.
Tá ið Kaj gjørdist tannáringur, og fór at hyggja eftir hinum kyninum, vóru tað altíð lítlar gentur, sum fangaðu áhuga hansara.
- Eg havi altíð tendrað uppá børn. Uppá at føla teirra kynslutir og kitla tey har, greiður Kaj frá.
Fyri Kaj var tað eitt spæl. Hann dámdi sum vaksin eisini væl at spæla við børn.
- Eg visti ikki av, at tað var nakað galið við tí. Eg visti bara, at eg altíð hevði hugsað soleiðis, og tí helt eg tað var eitt natúrligt spæl, greiður hann frá.
Hann sigur samstundis, at børnini tóktust ikki at halda tað vera keðiligt.
- Tær dámdu væl, at eg kitlaði tær millum beinini. Um tær søgdu nei ella gjørdu nakra mótstøðu, so steðgaði eg. Men tær dámdu tað væl, greiður Kaj frá.
Hann dugir ikki at siga nær tað byrjaði. Nær hann fyrstu ferð koyrdi hondina hjá sær millum beinini á einari smágentu.
- Eg veit ikki. Eg havi altíð spælt við tær, og havi altíð roynt at spæla við kynslutirnar eisini. Tað er ómøguligt at siga nær eg gjørdi tað fyrstu ferð, greiður Kaj frá.
Hann gjørdist ógvuliga spentur tá hansara hond nærkaðist kynslutunum, og hann gjørdist beinan vegin tendraður við tankan. Hann metir hansara reaktión við at nærkast børnum minnir um tað, sum heteroseksuellir menn føla , tá ið teir røra við eina kvinnu.
Kaj fór ongantíð víðari við gentunum. Hann vildi ikki hava sex við teimum, ella fáa tær at nerta við seg.
- Eg hugsaði ongantíð um sex. Tað var av onkrari orsøk ikki í mínum tonkum, sigur Kaj.
Ein sjey ára gomul genta, í familjuni hjá Kaj, var tann, sum skuldi broyta lívið hjá honum. Eftir at Kaj hevði rørt við hana eitt kvøldið hann skuldi ansa eftir henni, fór hon heim til mammu sína, og greiddi frá hendingini.
- Mamman hjá henni varð svøk. Hon konfronteraði meg við støðuni. Eg minnist enn hvussu skelkaður eg bleiv, greiður Kaj frá.
Tað var tá, at Kaj gjørdist fullgreiður yvir, at okkurt var galið við tí, sum hann hevði gjørt.
- Eg visti nokk innast inni, at tað var skeivt at nerta tær soleiðis. Men eg helt tað var eitt spæl, eg helt tær vildu eg skuldi gera tað, greiður Kaj frá.
Eftir hesa hending broyttist lívið hjá Kaj. Hann misti sambandi við partar av sínari familju, og fólk í nærumhvørvinum vildu ikki longur tosa við hann.
Mamman hótti við at melda til løgregluna, men gjørdi tað kortini ikki. Sjey ára gamla gentan og Kaj eru í familju, og tí valdi mamman ikki at fara víðari við málinum.