Peika á Heðin í Suðuroy

Suðuroyar Syðra Javn­að­ar­fel­ag peik­ar á Heðin Mort­en­sen til formann í Javn­að­ar­flokk­i­num.

Tað varð greitt, tá felagið í gjár­kvøld­ið hevði fund um, hvønn fel­agið skal skjóta upp sum for­mans­val­evni í Javn­að­ar­flokk­i­num.
– Kjak var á fundinum um fyr­i­mun­ir og vans­ar, og eisini var lívligt politiskt orðaskifti. Tað var semja millum fundarfólkið um at peika á Heðin Mort­en­sen sum for­mans­val­evni, sigur Hen­rik Old, formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Hann legg­ur afturat, at uppmøtingin á fund­i­num hjá felagnum var betri, enn van­ligt.
Freistin hjá feløgunum at stkjóta upp valevni er mikudagin á middegi.