Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, heldur, at ábendingar eru um, at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2010, sum Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fyri Løgtingið, peikar rætta vegin, tí tað tekur atlit at bólkum í samfelagnum, sum hava stóran tørv á hjálp. - Ætlanir eru at útbyggja heilsuverk, sambýlir og annað og tað er í tøkum tíma, heldur hon.
Eitt nú hava tey sálarsjúku so dyggiliga verið ein eftirbátur í okkara vælferðarsamfelag. Somuleiðis se eldraøkið eitt øki, ið hevur stóran tørv á raðfesting.
Kortini heldur hon, at vælferðarsamfelagið Føroyar haltar á fleiri økjum.
Sjálv hevur hon arbeiðsroyndir frá bæði heimatænastu og røktarheimi, og hevur við egnum eygum sæð, at tey tilboð, sum verða veitt eitt nú heimabúgvandi óhjálpnum fólki, eru spart burtur í at kalla onki.
- At betra um teirra lívsgóðsku tykist vera utopi í Vælferðarsamfelagnum Føroyar í dag!