Pelagos: Leiðslan ikki nøgd við úrslitið

Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, hevði 188.000 krónur í avlopi í fjør.

 

Tað er leiðslan ikki nøgd við, at so lítið liggur eftir av bruttovinningini upp á 68 milliónir krónur.

 

– Havast skal í huga, at virkið byrjaði sítt virksemi 14. august í 2014. Sostatt fevndi roknskapurin fyri 2014 um góðar fýra mánaðir. Úrslitið fyri 2015 er merkt av trupulleikum, sum kunnu roknast sum byrjanartrupulleikar, sum ger, at leiðslan ikki er nøgd við úrslitið, skrivar leiðslan í ársroknskapinum.

 

Tá ið úrslitini fyri 2014 og 2015 verða sædd undir einum, og sæð verður burtur frá byrjanartrupulleikanum, er leiðslan sum heild nøgd, stendur í roknskapinum.

 

Felagið hevði fram til ársbyrjan bygt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði fyri 240 millionir krónur íroknað framleiðslutól og onnur rakstrartól. Í árinum er virkið útbygt nakað afturat fyri slakar 10 milliónir krónur.

 

Eginogn felagsins er góðar 65 milliónir krónur, sum svarar til 17 prosent av ognum felagsins.

 

Leiðslan á Pelagos væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2016 verður á sama støði sum í 2014 og 2015 samanlagt.

 

79 fólk starvast á Pelagos sambært ársroknskapinum fyri 2015.