- Aftaná at hava handað ein stóran part av mínum persónligum savni til Santos bý, havi eg tikið avgerðina av geva fjepparunum og savnarum ein møguleika at ogna sær eitt stykki av mínari søgu. Eg vóni, at teir fara at virðismeta lutirnar og deilda søgurnar um meg við teirra børn og abbabørn.
Tað sigur maðurin, ið av mongum er mettur at vera besti fótbóltsleikarin nakrantíð, og nú ber til hjá fjepparum at ogna sær ein part av ævintýrligu yrkisleiðini hjá brasilsku legenduni.
Talan er sjálvandi um Pelé, ið skipar fyri eini uppboðssølu í London, har fjepparar kunnu keypa meira enn 2.000 dýrgripir frá yrkisleiðini hjá honum.
Millum tingini, ið fólk kunnu keypa á uppboðssøluni, eru fótbóltstroyggjur, kúlupennar og autografar, men tað sum veruliga vekir ans millum fjepparar eru ymisk heiðursmerkir, bóltar og annað, ið eru tengd at søguligum hendingum.
Har er eingin ivi um, at tað eru gullheiðursmerkini, ið Pelé vann í 1958, 1962 og 1970, ið størstur áhugi er fyri. Mett verður, at tey tilsamans hava eitt virði millum 700.000 og 1,4 milliónir krónur.
Harumframt er bólturin, ið Pelé skeyt sítt mál nummar 1.000 við í november 1969, ið er mettur at hava eitt virði á 350.000 krónur.