Pelle var nøgdur

Venjarin hjá B36 var væl nøgdur um avrikið hjá sínum leikarum eftir dystin móti AB.

Vanliga ber svenski venjarin hjá B36 orð fyri at vera ein sera blíður maður, men eftir dystin hóskvøldið tóktist smíl hansara at vera serliga stórt.

Orsøkin til góða lagið var eyðsæð. Lið hansara hevði veruliga reist seg, og hóast tað aftur hesa ferð varð talan um tap, so var stórur munur á avrikinum hóskvøldið á Tórsvølli og fyri 14 døgum síðani í Gladsaxe.


Hildu høvdinum uppi

Í øllum førum var munurin á máltalvunum stórur, men Pelle Andersson helt tó ikki, at leikligi munurin millum dystrnar báðar var so stórur, sum tølini vísa:

- Tann stóri munurin er, at tá vit spældu í Gladsaxe skoraðu teir upp á allar sínar møguleikar, og eftir at teir innan fáar minuttir høvdu skotið fimm mál, fóru vit fullkomuliga niður við nakkanum. Tað ferðina høvdu vit væl fatur í teimum fyrsta hálva tíman, og hetta megnaðu vit so at byggja víðari á í dag, og hetta eri eg sjálvandi nøgdur um.Hann vísti eisini á, at tá tað í dag í nógv størri mun eydnaðist at halda AB leikarunum burtur frá málinum, viðførdi hetta, at B36 sum frá leið kom alt betri við í dystin. ? Vit fingu í dag veruliga prógvað, at vit eisini kunnu vera við á hesum støði, og hetta er kanska tað mest positiva við dystinum.


Carl var framúr

Spurdur, um tað var nakar einstakur leikari, sum hann var serliga væl nøgdur við, svaraði hann, at hann sum so var sera væl nøgdur um liðið.

- Eg haldi tó, at Carl (H. Høgnesen) var framúr í dag. Hetta var heilt klárt hansara besti dystur í ár, men eisini aðrir leikarar skaraður framúr.

Eisini helt nógv um avrikið hjá Mikkjali Thomassen á miðvøllinum, eins og miðverjan stóð seg sera væl, men sum hann segði, so kundi hann hildi áfram, til allir leikararnir vórðu nevndir, og metti hann tí fyrst og fremst, at talan var um eitt liðavrik.


Spæla fyri at vinna

Hann vísti eisini í hesum sambandi á, at teir nú eru um at hava flestu leikarar tøkar aftur, og at hetta sjálvandi eisini hevur sína ávirkan. Ikki bara í hesum dystinum, men eisini í heimligu kappingini, har B36 framvegis hevur eitt orð at skula sagt.

- Málið fyri komandi dystirnar er sjálvandi at vinna, hvørja ferð farið verður á vøllin, og so mugu vit síggja, hvussu langt hetta røkkur, var svarið, tá hann varð spurdur um, hvørjar vónir teir hava fyri írestandi dystirnar í kappingarárinum.

Her helt sviin annars, at B36 hevði lært nógv av dystunum móti AB. Lærdómur, sum teir eisini ætla at gera nýtslu av komandi dystirnar. Í øllum førum tykist vist, at um teir megna at varveita støðið frá dystinum hóskvøldið, verða teir tungir at syfta hjá teimum mótstøðuliðum, sum teir enn hava eftir á skránni.