Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Kjell Inge Røkke hevur síðani hann fekk fysrtu krónunum víst at hann kann finna uppá tað mesta, og avgerðirnar tykjast oftani at koma sera brátt.
Í farnu viku skelkaði hann aftur bæði arbeiðsfólk, politikarar og fíggjarheim. Hann gav boð um at hann seldi øll partabrøvini hjá sær í Aker Yards. Hesin parturin av Røkke-skipanini er tann parturin hann hevur fingið mest rós – og skeld – fyri. Kjell Inge Røkke kom inn í norska skipsbyggiídnaðin í einum tíðarskeiði tá ikki bara norski skipasmiðjuídnaðurin, men tann euroeiski eisini, meir ella minni lá til tað síðsta. Og nógv vóru bangin fyri at fiskimaðurin frá Molde, við sínum amerikansku ballast, bara hevði eitt mál, og tað var at súgva seinastu krónurnar burturúr skipasmiðjunum.
Hetta vísti seg ikki at passa. Sjálvur segði Kjell Inge Røkke at hann hevði stórar ætlanir, og talan var um langtíðarætlanir. Og hann fekk ferð á bæði í Norra, Týsklandi, Finnlandi og aðrastaðni. Hann bygdi Aker Yards upp til at gerast størsta skipasmiðjusamtakið í Europa.
Og nú selur hann alt. Og fær einar fimm milliardir norskar krónur inn á konto.
Hydro sveik
Hví hann velur at selja nú eru eygleiðarar ósamdir um. Sjálvur er Kjell Inge Røkke kvirrur.
Tað sum hevur verið nevnt sum ein orsøk til søluna er at Kjell Inge Røkke beint fyri jól fekk krakk frá Hydro. Hydro og Aker høvdu samráðst u meina samstarvsavtalu, men beint áðrenn umheimurin skuldi fáa boð hjúnarbandi, so fekk Hydro-leiðslan kaldar føtur, og giftist í staðin við Statoil.
Statoil-Hydro var ikki málið hjá Aker. Ætlanin var at tryggja Aker-skipanini fleiri milliardir í samband við samstarvi við Hydro. Tá hetta miseydnaðist, so noyddist Røkke og Aker at finna eina aðra loysn so fatur kundi fáast á milliardunum sum teir ætla at brúka til nýggjar íløgur.
Men hvat skal Aker og Røkke brúka so nógvar pengar til? Aker Yards gevur einar fimm milliardir norskar krónur, og frammaundan er á leið sama upphædd tøk hjá teimum.
Einasta sum fæst at vita frá Aker-høvuðsborgini í Oslo er at tann sum bíðar, hann fær svar. Pengarnir skulu inn í Aker og brúkast. Ikki er møguligt at fáa nakað nærri at vita. Hetta ger sálvandi at eygleiðarar, bankafólk og ikki minst tey sum arbeiða við virðisbrøvum ganga sum hundur um heitan greyt. Gitingarnar eru nógvar, men alt er gitingar.
Nýggj økir
Norska dagbláðið Finansavisen hevur roynt at gita sær fram til hvørji nýggj økir Kjell Inge Røkke kann hugsast at hava áhuga í.
Shipping. Aker Yards hevur í longri tíð arbeitt við einum nýggjum slagi av gass-tangabátum (sokallað LNG-skip). Russar hava brúk fyri fleiri tíggjutals av hesum skipunum, men ruðuleiki í Russlandi hevur gjørt at avgerðin um bygging ikki er tikin.
Orka. Kjell Inge Røkke skal eina tíð hava umhugsa at seta pengar í orku sum kann endurnýtast. Møguliga kann Røkke fara í samstarv við gomlu íleggjararnar í hollendska Good Energies.
CO2. Møguleikar kunnu vera í at finna eina loysn sum arbeiðir skjótari og betri enn tær skipanir sum í dag fanga CO2 frá millum annað oljuboripalliunum. Aker hevur ment eina skipan sum kallast ”Just Catch.” Her er ikki neðugt við stórum íløgum, men yvirskotið kann skjótt gerast stórt nokk til at Aker finnur hetta spennandi.
Fíggjarheimurin. Kjell Inge Røkke hevur fyri nógvum árum síðani sæð møguleikarnar í at flyta pengar. Ikki er óhugsandi at meir verður lagt í hendan partin av virkseminum. Í dag er tað Aker Capital sum umsitur allar pengarnar í Aker-risanum, og tey kunnu fáa fleiri og størri uppgávur.
Kanska meir til Føroyar
Sjálvt um eingin í Aker vil siga neyvt hvar pengarnir skulu, so hevur verið nevnt at pengarnir skulu inn í tað sum er eftir av Aker-risanum.
Og tá kunnu føroyingar kanska vóna at okkurt endar her í landinum. Í ringasta førið kann hetta samstundis merkja at Kjell Inge Røkke sigur takk og farvæl til íløgurnar her á oyggjunum.
Aker Kværner. Innan hendan partin av Aker eru fleiri møguleikar at rudda upp og selja partar sum ikki eru beinleiðis ein partur av tøknimenningararbeiðnum hjá Aker Kværner. Røkke eigur í dag 40,1 prosent av partabrøvunum í Aker Kværner, og selur neyvan hettar. Í staðin kann hugsast at keyp og sølur heldur gera at Røkke keypir seg upp til meirlutaeigara aftur.
Fiskur. Hettar er tann parturin av Røkke-skipanini sum higartil hevur verið av størstu áhuga fyri føroyingar. Íløgurnar í fyrst ”Næraberg” og seinni í ”Atlantic Navigator” og ”Carlton” hava kosta nógv, men Røkke kennir luktin av góðum fiski og íløgum, og nú tykist hendan ætlanin at ganga munandi betri, og tey hugnaligu yvirskotini eru kanska skjótt sjónlig í havsbrúnni. Aker Seafoods og Aker Biomarine vilja veksa komandi árini. Tað sum er av áhuga fyri føroyingar er hvat sum hendir við Aker Biomarine. Tað er undir hesi fyritøkuni útlendsku fiskiskipini hjá Røkke eru skrásett í dag, harímillum íløgurnar í Klaksvík. Aker Biomarine er tann parturin sum lættast kann seljast undir einum, og sum eisini kanska er tann sum lættast er at finna keyparar til.
Aker Biomarine arbeiðir eisini við stórum íløgum í krill-fiskiskapi. Hendan fyritøkan skal eisini arbeiða við at finna loysnir so heilivágur kann gerast burturúr tí sum finnist í havinum.
Aker Seafarms er ein fyritøka sum er við at vera klár at fara í gongd. So her eru eisini møguleikar til nýggjar íløgur. Higartil hevur Røkke í høvuðsheitinum sett pengar í fiskivinnu bæði á landi og til havs, men áhugi fyri alivinnuni er hampuliga nýggjur.
Oljuvinnan. Aker-risini hevur sett pengar í menning av boriútgerð, boripallum og ymiskum øðrum sum verður brúkt innan oljuvinnuna. Hettar kemur Aker at halda fram við, men ikki er óhugsandi at Røkke vil royna at fáa keypt seg inn í oljubrunnar og leitiøkir. Og ikki er óhugsandi at Røkke eisini kann gera íløgur í møguliga føroyska oljuvinnu.
Nú sita tey flestu bara og bíða. Meðan ”Atlantic Navigator” boðar frá ringum veðri á svartkjaftamiðunum, so eru sól og bláur himmal í pengakassanum hjá støsrta íleggjaranum í Klaksvíkstrolaranum.