Pengar fingu Peter Lundin at myrða trý fólk

Tað var ósemja um pengar, sum endaði við, at Peter Lundin myrdi eina kvinnu og bæði børn hennara í 2000 Á einari ljóðupptøku, sum Ekstrablaðið hevur havt høvi til at lurta eftir, greiðir Peter Lundin frá, at tað var eitt stríð um pengar, sum endaði við, at hann gjørdist frá sær sjálvum og drap ta 36 ára gomlu Marionnu Petersen og synir hennara, sum vóru 10 og 12 ára gamlir. ´

Sambært Ekstrablaðnum hevði Peter Lundin doyvt Marionnu Petersen við sovitablettum fleiri ferðir og síðani tikið pengar frá henni. Pengarnar brúkti hann til at vitja horuhús.

Eitt kvøldið í 2000 varnaðist Marianna Petersen, hvat Peter Lundin fekst við. Dagin eftir myrdi hann hana og synir hennara.