Pengar mugu fylgja við fríplássum

Kommunurnar skulu gjalda fyri fríplássini í ansingarstovnum, hóast tað er landið sum letur plássini. Tað skulu kommunurnar ikki góðtaka, heldur Eyðgunn Samuelsen, formaður í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði

 

Klaksvík: Formaðurin í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði finnist harðliga at skipanini fyri fríplássini til ansingarstovnar.

Kommunurnar hava yvirtikið barnaansingina, og tað heldur Eyðgunn Samuelsen er eitt framstig, men hon heldur, at einki høpi er í at áleggja kommununum at gjalda fyri frípláss í barnagørðum, tá kommunan onga ávirkan hevur á hesa útreiðslu.

? Vit gera ikki av, hvør kann fáa frípláss í barnagørðunum, tí tað er ein landsuppgáva. Hinvegin er tað órímiligt, at vit skulu gjalda fyri hesi pláss. Tað eigur kommunan ikki at góðtaka, og vit eiga at gera vart við hetta, heldur Eyðgunn Samuelsen.

Hetta sjónarmiðið bar hon fram á býráðsfundi í Klaksvík týskvøldið.


Ein lítil millión

Fríplássini til barnagarðar í Klaksvík verður mett til 800.000 krónur komandi ár, men verða fleiri ansingarpláss, so fer útreiðslan fyri fríplássini eisini at hækka.

? Landið kann ikki bara áleggja kommununum at yvirtaka slíkt øki, uttan at tað fylgja pengar við, heldur Eyðgunn Samuelsen.

? Eg dugi væl at síggja fyrimunin við at hava eina landsumfatandi skipan sum ger av, hvør kann fáa frípláss. Á tann hátt syrgja vit fyri, at treytirnar eru tær somu kring landið, men kommunurnar eiga ikki at góðtaka, at útreiðslurnar fyri hesa skipan verða lagdar á kommunurnar, uttan av vit fáa nakað endurgjald, sigur hon.