Pengar, privatbúskapur og talgild trygd

Nám gevur út talgilt undirvísingartilfar um privatbúskap hjá ungum.

Pengar er nýtt talgilt undirvísingartilfar til støddfrøði og samfelagsfrøði, skrivar snar.fo.

Hetta tilfarið er týtt og tillaga úr donskum frá "Pengeugen". Tað er Danmarks Matematiklærerforening, sum hevur ment hetta talgilda undirvísingartilfarið í privatbúskapi, ætlað hádeild í fókaskúlanum.

Finans Danmark skipar Pengeuge í Danmark í viku 11, tá tað ber til at fá vitjan av einum bankaráðgeva sum gestaundirvísara í flokkinum. Tað er ikki ætlanin, at hetta tilfarið skal verða brúkt eitt ávíst tíðarskeið, men skúlar kunnu seta seg í samband við peningastovnar um at fáa ein ráðgeva at greiða frá hesum viðurskiftunum.

Endamálið við tilfarinum er at kunna næmingar um ávís búskaparlig hugtøk við dømum úr gerandisdegnum. Hetta skal geva teimum bæði áræði og royndir, soleiðis at tað gerst lættari at taka støðu í búskaparligum viðurskiftum.

Tilfarið kann verða brúkt í samfelagsfrøði- og støddfrøðitímunum, antin í hvør sínum lagi ella tvørfakliga. Miðað verður eftir, at alt tilfarið verður gjøgnumgingið í eina viku, men tit kunnu eisini lagað tað til eftir tørvi. Høvuðsdenturin í tilfarinum er lagdur á støddfrøði, privatbúskap og talgilda trygd, skrivar snar.fo.