Pengar stolnir úr kassanum á Míttland

Fyrireikararnir av Míttland ringja í kvøld runt til tónleikararnir, sum hava spælt á ársins festivali, og boða teimum frá, at stuldur hevur verið í Míttland, og tí fær eingin løn í fyrstu atløgu

Fyrireikararnir av Míttland ringja í kvøld runt til tónleikararnir, sum hava spælt á ársins festivali, og boða teimum frá, at stuldur hevur verið í Míttland, og tí fær eingin løn í fyrstu atløgu.

 

 

Fleiri tónleikarar ringja í kvøld til in.fo og siga, at teir hava fingið at vita frá Míttland, at eingin løn verður útgoldin í fyrstu atløgu.

 

 

- Míttland boðar frá, at onkur hevur stolið yvir hundrað túsund úr kassanum,  og vit tónleikarar fáa tí onga løn í fyrst atløgu. Míttland sigur eisini, at málið verður meldað til løgregluna, sigur ein av tónleikarunum, sum spældi á Míttland í farna vikuskiftið, við in.fo.


Míttland er føroyskur festivalur, sum í tvey ár hevur verið hildin á Amager í Danmark. 

 

Gudmundur Djurhuus er ein av fyrireikarunum, og um eina løtu fáa vit eina viðmerking frá honum her á in.fo.  

 

 

(Mynd: Míttland)