Pengarnir floyma inn til Bakkafrost

Árið í fjør verður tað besta hjá alirisanum við høvuðsstøð á Glyvrum. Høgi laksaprísurin kemur at síggjast aftur í roknskapinum hjá Bakkafrost, og eisini í samlaða útflutninginum hjá føroyska samfelagnum

- Tá laksaprísurin hækkar 10 krónur, og vit útflyta 60.000 tons, so gevur tað skjótt stór tøl, staðfestir Regin Jacobsen
Eins og flest onnur fegnast forstjórin í Bakkafrost á útflutningstølini fyri fyrstu 11 mánaðirnar av 2011. Útflutningurin av alifiski er hetta tíðarskeið tvær milliardir og 261 milliónir krónur. Talan er um ein vøkstur á 604 milliónir krónur, svarandi til 36 prosent.
Nøgdirnar eru tær somu, so allur vøksturin er at finna í hægri prísum fyri somu vøru.
Alifyritøkan Bakkafrost stendur fyri umleið 70 prosentum av samlaða útflutninginum av alifiski. Og góða gongdin sæst aftur á høvuðssætinum á Glyvrum.
- Ja, vit koma at leggja fram okkara besta úrslit nakrantíð, sigur Regin Jacobsen.
Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo, og skal tí fylgja reglum um, nær tøl verða almannakunngjørd. Roknskapurin og harvið ársúrslitið verður tí lagt fram á Oslo Børs 25. februar.
- Tá fáa tit tølini. Men tað er rætt, at úrslitið verður tað besta nakrantíð, sigur Regin Jacobsen.

Óvart á
Hjá eini alifyritøku ber til at gera neyvar metingar og prognosur fyri, hvussu nógv verður selt á hvørjum ári. Sølan av lidnum laksavørum hongur neyvt saman við, hvussu nógv smolt verður sett út. Eitt sindur verri er at spáa um prísin.
- Nei, vit høvdu als ikki roknað við, at laksaprísurin fór at vera so høgur í 2013. Vit væntaðu eitt gott ár, men prísurin var tá avtornaði væl hægri enn væntað, ásannar Regin Jacobsen.
Í stuttum er orsøkin til góða laksaprísin, at eftirspurningurin er vaksandi.
- Marknaðurin er sterkari enn vit høvdu mett. Laksur er blivin ein vøra, sum alsamt fleiri fólk vilja hava. Eftirspurningurin er snøgt sagt størri enn roknað var við. Og tí hækkar prísurin, sigur Regin Jacobsen.
Í fjør tók umleið 42.500 tons av laksi í fjør, og fyritøkan roknar við at taka 47.000 tons í ár. Samstundis eru útlitini góð fyri at laksaprísurin fer at halda sær á verandi, høga støði.
Regin Jacobsen vísir tó í sama viðfangi á, at síðstu árini er framleiðslukostnaðurin fyri eitt kilo av laksi øktur tríggjar til fýra krónur.
- Rávørurnar til fóðri eru blivnar dýrari, og tað sama eru aðrar rávørur. Hetta, saman við øðrum, øktum útreiðslum togar sjálvandi góðu gongdina við laksaprísinum øvugta vegin, sigur Regin Jacobsen.

Útbyggingar
Í summar legði Bakkafrost fram eina ambitiøsa, fimm ára íløguætlan. Felagið ætlar sær at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur um árið næstu árini. Harumframt letur Bakkafrost byggja ein brunnbát fyri umleið 220 milliónir krónur. Skipið, ið lastar 450 tons av livandi fiski, verður latin fyritøkuni næsta ár.
- Vit eru í einum tíðarskeiði, har vit gera stórar útbyggingar í øll lið av framleiðsluni. Ein fortreyt fyri at kunna gera stórar íløgur og harvið menna fyritøkuna er, at fyritøkan tjenar pengar, sigur Regin Jacobsen.
Íløguætlanin fevnir í stuttum um at savna stórsta partin av virkseminum hjá Bakkafrost í einum nýggjum virki á Glyvrum. Nýggjur brunnbátur skal sum nevnt byggjast, og harumframt skal Bakkafrost vera ført fyri at framleiða enn størri smolt. Við at økja støddina úr 100 gram upp í 150 gram ber til at stytta tíðina, laksurin svimur í sjónum. Harvið gerst framleiðslan meira effektiv. Og sum tað fjórða skal framleiðsluorkan á Havsbrún økjast úr 100.000 tonsum upp í 170.000 tons av alifóðri um árið. Tilsamans er talan um íløgur fyri 1,1 milliard krónur, næstu fimm árini.
- Hesar íløgur gera vit fyri at varðveita okkara kappingarføri á altjóða marknaðinum. So tí er neyðugt at vit tjena pengar, staðfestir Regin Jacobsen.
Góða gongdin í fjør fær tó ikki felagið at framskunda íløguætlanina ella leggja nýggjar íløgur afturat.
- Nei, vit hava gjørt eina rættiliga stóra og ambitiøsa fimm ára íløguætlan, og hana halda vit okkum í høvuðsheitum til, sigur Regin Jacobsen og leggur afturat:
- Tað er tí umráðandi at man tjenar pengar, soleiðis at man er førur fyri at gjøgnumføra slíkar, ambitiøsar ætlanir.


FAKTA
Úrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrstu nýggju mánaðirnar var 553 milliónir krónur fyri skatt og 451 milliónir krónur eftir skatt. Úrslitið fyri triðja ársfjórðing 2013 var 244 milliónir krónur fyri skatt og 200 milliónir krónur eftir skatt.

Í 2011 hevði Bakkafrost 335 milliónir krónur í yvirskoti, og í 2012 var yvirskotið 323 milliónir krónur.

Roknskapurin fyri 2013 verður lagdur fram á keypsskálanum í Oslo 25. februar.