Pengarnir streyma inn til FaroeJet

Føroyingar hava sera stóran áhugi fyri at tekna partapening í nýggja flogfelagnum FaroeJet. Ætlanin er at fáa 25 milliónir í partapeningi, og stjórin roknar við, at sum áhugin nú vísir seg at verða, má felagið velja ímillum tey mongu, sum vilja seta pengar í

Áhugin fyri at seta pengar í nýggja føroyska flogfelagið, FaroeJet, er ovurhonds stórur, og tað verður eingin trupulleiki at fáa tær 10 milliónirnar afturat teimum 15, sum vóru settar í felagið, tá ið tað varð stovnað.
Tað er sera stórur áhugi fyri at seta pengar í FaroeJet. Partaeigararnir verða ringdir niður av fólki, sum vilja seta pengar í, og tað eru fólk av øllum slag, sum vilja eiga í felagnum, sigur Johan E. Simonsen, sum er stjóri í FaroeJet.
Fólk vilja seta alt frá 1.000 krónum til 100.000 krónur í felagið, men tað er rættiliga vanligt, at upphæddir millum 10.000 og 25.000 krónur verða nevndar, sigur hann.
Hvussu ber tað til, at áhugin fyri FaroeJet er so stórur?
Eg haldi, at fólk sakna møguleikan at kunna velja millum tvey flogfeløg. Tað er ongantíð gott við monopoli, og tí taka fólk so væl ímóti einum nýggjum føroyskum flogfelag.

Flúgva seinast 1. apríl
Tá ið FaroeJet varð stovnað vóru 15 milliónir krónur settar í felagið, og tað vóru bara føroyskir partaeigarar, sum settu pengar í. Ætlanin er, at 25 milliónir krónur skulu verða í partapeningi, og av teimum er ein millión krónur sett av til starvsfólkini.
Størstu partaeigararnir í FaroeJet eru Safari Transport og Norðoya Sparikassi.
FaroeJet æltar sær í luftina við einum BA-146 flogfari í mars ella seinast 1. apríl, og flogfarið verður sett í fasta rutu millum Føroyar og Keypmannahavn. Flogfarið tekur 94 ferðafólk, og málið er at fáa ein triðing av marknaðinum.

Gera klárt at tekna
Men fyrst skulu nógv formlig viðurskifti fáast í rættlag, og eitt av teimum eru at tekna partapening.
Tað verður eingin trupulleiki at náa málinum at fáa 25 milliónir í partapeningi, sum áhugin nú vísir seg at vera. Tað verður heldur øvugt, at vit mugu velja ímillum tey mongu, sum vilja seta pengar í, sigur Johan E. Simonsen, stjóri.
FaroeJet arbeiðir nú við at fáa neyðugu loyvini til at tekna partapening, og nú verður bíðað eftir onkrum myndugleikum, sum skulu gera hetta møguligt.
Stjórin í FaroeJet vónar, at alt er komið upp á pláss seinni í hesum mánaðinum, og tá verður so endaliga tekningin av partapeninginum gjørd.