Ein skeivur skattapolitikkur hjá undanfarnu ABC-samgonguni og ein strammari útlánspolitikkur hjá peningastovnunum hava skundað undir búskaparligu afturgongdina í Føroyum, skrivar Búskaparráðið Føroyski búskapurin stendur frammanfyri stórum avbjóðingum. Hetta er høvuðsniðurstøðan í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Og avleiðingarnar frá fíggjarkreppuni, sum hevur rakt stórar partar av heiminum, kennast eisini í Føroyum.
Tá amerikanski tjóðbankin, Federal Reserve, lækkaði rentuna sera nógv aftan á 11.
septembur 2001, gjørdist penganøgdin eitt alheimsfyribrigdi. Eins og aðrastaðni fingu vit fingu bæði í Føroyum og Danmark metlágar rentur.
Men nú eru bløðrurnar á serliga bústaðar- og partabrævamarknaðinum brostnar, og peningastovnar hava mist stór virði, skrivar Búskaparráðið í frágreiðing síni.
Ráðið vísir á, at útlánsvirksemið hjá peningastovnunum hevur stimbrað búskapin síðani 2005, og hetta virksemi hevur verið konjunkturviðgangandi. Í ávísan mun hava peningastovnarnir sjálvir skapt uppgongdina, men nú er støðan ein onnur.
Minni útlánsvirksemi hevur tálmandi ávirkan á búskapin, og peningastovnarnar fara harvið, vegna vantandi likviditet og tap á útlánum, at skunda undir búskaparligu afturgongdina, stendur í búskaparfrágreiðingini.
Tað eru tó ikki bara peningastovnarnir, ið hava virkað við til, at vit hava fingið stór
búskaparsveiggj, skrivar Búskaparráðið.
Landsstýrið hevur eisini styrkt um búskaparsveiggini við óhóskandi
skattapolitikki. Sambært ráðnum var ongin orsøk hjá undanfarnu ABC-samgongu at veita skattalættar seinastu árini. Teir vóru konjunkturviðgangandi og elvdu harvið til enn heitari búskap, skrivar Búskaparráðið.
Mælir til avtøku av rentustuðuli
Vend er nú komin í búskapargongdina, og búskaparstøðan er ein onnur. Skattagrundarlagið er minkandi, og haraftrat er nýtslan minni. Minni nýtsla merkir færri inntøkur frá avgjøldum, eitt nú MVG.
Útreiðslurnar hjá landskassanum fara kortini at vaksa, og harvið eru líkindi til stórt undirskot á fíggjarlógini fyri 2009.
Sannlíkt er, at afturgongdin hevði verið minni, um undanfarna ABC-landsstýri ikki hevði stimbrað búskapin óneyðuga nógv við skattalættunum.
Núverandi landsstýri stendur sostatt framman fyri einari tvístøðu. Tað má antin skerja útreiðslurnar ella økja skattainntøkurnar, um javnvág skal verða í landsrakstrinum. Báðir kostirnir styrkja tó um afturgongdina, og eru tískil ivasamir.
Landsstýrið kann eisini gera av at halda fast og ríða stormin av sær. Kortini kann verða neyðugt við tiltøkum, um afturgongdin stendur leingi við. Millum annað við at økja um skattainntøkurnar. Ikki við øktum arbeiðsinntøkuskattin, men heldur við at áseta bústaðarskatt ella avtaka rentustuðulin, sum hevur elvt til ov stórt byggivirksemi í Føroyum, er niðurstøðan hjá Búskaparráðnum.